Fríggjadagin 16. februar á middegi fær Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, handað eitt tilmæli um nýggja lønar- og eftirlønarskipan til tingfólk.
Løgtingsforkvinnan hevur heitt á arbeiðsbólkin, sum gjørdi eitt slíkt álit í 2018, um at dagføra hetta álitið. Í arbeiðsbólkinum sita Jógvan Amonsson, formaður, Maria á Dul og Gunn Ellefsen.
Kl. 12.30 verður álitið lagt fram fyri tingfólkum.
kl. 13.30 verður tíðindafundur í Løgtinginum, har arbeiðsbólkurin leggur fram dagførda álitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo