Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinnapartin í dag skal verða endabrestur undir Skopunarfirði, so Sandoyggin fær beinleiðis túnasamband við Vaglið í Havn.

Tað er ein persónligur sigur fyri Gerhard Lognberg og eitt ófatuligt framstig fyri oynna, sum í síni tíð, fyrst í 1800-talinum, hevði procentvíst flest fólk í Føroyum, men eftirhondini er blivin ein útjaðari við alsamt fækkandi fólkatali.

Eftir ta kvinnuliga fyriskipaða seniorskotið, kann oyggin kanska lofta sær aftur, og knáir tilflytarar kunnu fáa fólkatalið at kvinka uppaftur, tí oyggin er feitilendi og potentielt  turist- og ídnaðarøki við góðum vegasambandi millum tær flestu bygdir.

M. A. Winther lýsir beiskliga ta føroysku konservatismuna í stuttsøguni "Orrustan í Klandursskoti", har afturhaldsmenn, sum Hanus á Fløtti og Jákup í Skála bardust móti øllum broytingum og alskyns  framburði.

Jóhan Petur Davidsen, Petur Mohr Dam og ættarliðið hjá pápa mínum vóru heilt øðrvísi.

Teir vóru hugsjónarmenn við visiónum og plagdu javnliga at fabulera um brúgv tvørtur um Skopunarfjørð.

Tað vóru slett ikki bara dreymar!

Teir hugsaðu sær, at brúgvin skuldi ganga av Hvalnesi til Kirkjubíggjar.

Menn  skemtaðu hugagóðir við hesum ynskidreymum, men høvdu valla roknað við, at sambandið kundi realiserast so stutt eftir, at teir  eru farnir.

Tað hevur ikki verið logn um projektið hjá Gerhardi, men hann hevur fylgt í  teirra sporum, og við ágrýtni og treiskni fingið projektið flytt av teoretiskum teknibretti og langt niður undir tað herviliga brimið í Skopunarfirði.

Tað er eitt søguliga astronomiskt lop frá tvørbøllunum í Klandursskoti til pionerin Gerhard Lognberg í Skopun.

Hjartaliga tillukku til allar sandoyingar!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo