Tórshavnar kommuna: Mánadagin 5. august verður byrjað aftur í Tilhaldinum eftir summarfríðtíðina. Tilhaldið er opið dagliga kl. 9 - 16, men týsdagin kl. 10 er felagssangur og hugnaløta, har Simmi Jacobsen fer at spæla, og mikudagin kl. 11 er stólafimleikur.
Sum tað sæst á myndunum er stillass sett upp runt um alt húsið, so her er eitt sindur trongligt og ein má ansa sær, men tað gongur alt við einum góðum vilja.
Øll eru vælkomin í Tilhaldið mánadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo