Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-109/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um Bandasavnið hjá Kringvarpinum

Spurningar:
1. Hvar verður talgilda tilfarið í “Savnsgulli” hjá Kringvarpinum goymt?

2. Hvar verða upprunaligu bondini goymd?

3. Hvussu verður tryggjað, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt skuldi hent – til dømis eldsbruni?

4. Metir landsstýriskvinnan, at tilfarið er forsvarliga goymt?

5. Um ikki, hvørjar ætlanir eru so fyri at goyma tilfarið forsvarliga?

Svar:
1. Talgilda savnið í Kringvarpi Føroya verður goymt í servararúminum í KVF. Talgilt avrit av hesum savni verður goymt í læstum og brandtryggjaðum rúmi í KVF. Hetta rúmið er – í mun til servararúmið - staðsett í aðrari brandsonu í KVF.

2. Øll tey upprunaligu sjónvarpsbondini verða goymd á aðrari adressu í Havn.

Meginparturin av upprunaligu útvarpsbondunum verður goymdur í upprunaliga útvarpssavninum í KVF. Hini útvarpsbondini eru goymd á aðrari adressu í Havn.

3. Talan er um eina talgilda útgávu av savninum og eina upprunaliga bandaútgávu av savninum. Tað eru tvey eintøk av talgildu útgávuni. Hesi eintøkini liggja í hvør sínari brandsonu í KVF. Eintakið, sum liggur í servararúminum, er tryggjað sambært “industry standard”, sum er galdandi fyriskipan viðvíkjandi skipanum av slíkum slag. Hesar snúgva seg um trygd, útgerð og umstøður annars.

Fyriskipanirnar taka hædd fyri eitt nú eldi, yvirvaking, køling, no-break, innbroti o.ø.

Hitt eintakið av talgilda savninum liggur í læstum rúmi aðrastaðni á stovninum. Hetta rúmið er brandtryggjað. Rúmið er í aðrari brandsonu enn servararúmið.

Upprunaligu bondini liggja ikki saman við talgilda savninum. Sjónvarpsbondini og ein minni mongd av útvarpsbondum eru á aðrari adressu í Havn. Tey flestu útvarpsbondini liggja í upprunaliga útvarpssavninum, sum er brandtryggjað. Gamla útvarpssavnið er í aðrari brandsonu í KVF enn servararúmið, har talgilda savnið er.

4. Ja, eg haldi, at svarið til spurning 3 omanfyri ber boð um, at tilfarið verður goymt á ráðiligan hátt. Sjálvsagt er tað týdningarmikið, at varðveitslan verður tikin í størsta álvara, tí talan er um ein stóran part av okkara mentanararvi, okkara “savnsgull”, og tí má kringvarpsstovnurin eyðvitað dagføra og optimera varðveitsluna, so hon altíð er trygg og ikki í vanda fyri at forfarast.

5. Sí svarið til spurning 4.

Tórshavn, 16. apríl 2024
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo