Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska talvlandsliðið í Kastrup seinnapartin. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard og Katrin D. Apol, umboð fyri Talvsamband Føroya

Føroyska talvlandsliðið í Kastrup seinnapartin. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard og Katrin D. Apol, umboð fyri Talvsamband Føroya

Føroyska talvlandsliðið í Kastrup seinnapartin. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard og Katrin D. Apol, umboð fyri Talvsamband Føroya

Talvsambandið: Føroyska talvlandsliðið er í dag á veg til India. 44. talvolympiadan verður í indiska stórbýnum Chennai, fyrr nevndur Madras. Kappingin byrjar ólavsøkumorgun, og endar 9. august.

Talvolympiadan - stórfingnasta talvstevnan av øllum - er annaðhvørt ár, men nú eru fýra ár liðin síðani seinastu olympisku talvleikirnar. Hendan 44. olympiadan skuldi av røttum vera í Moskva í 2020, men koronafarsóttin forkom tí, sum so mongum øðrum. 

Og tá ið Russland fyrr í ár gjørdi innrás í Ukraina, var tað um reppið, at eingin talvolympiada fór at verða í 2022 heldur. Altjóða talvsambandið FIDE strikaði olympiaduna í Moskva og bannlýsti Russland úr øllum talvkappingum. Men við stuttum skotbrá beyð India sær til at hýsa risastóru stevnuni.

Føroyar nummar 60 av 188 
Talv er í støðugum vøkstri. Internetið tykist hava slóðað fyri einari globalisering av hesum aldargamla spæli. Ikki færri enn 188 lið - úr 186 londum - eru umboðað í sonevnda almenna bólkinum. Flest øll heimsins lond eru nú umboðað á talvolympiaduni. 

Styrkismetingin avdúkar eina stolta siðvenju fyri talvi í Føroyum. Tí av hesum 188 landsliðunum eru Føroyar - sum teljast millum smæstu limalondini í FIDE - styrkismettar sum nummar 60 í allari røðini.

Ein onnur orsøk til høgu styrkismetingina er, at Føroyar hava sent eitt sterkt landslið til Indiu. Manningin er henda:

1. GM Helgi Dam Ziska 2549

2. Høgni Egilstoft Nielsen 2414

3. Rógvi Egilstoft 2284

4. IM John Rødgaard 2324

5. Luitjen Akselsson Apol 2289

Avboð eru frá John Arna Nilssen og Martin Poulsen, men ikki er vist, at teir høvdu styrkt liðið nevnivert - so mikið javnsterkir eru okkara fremstu telvarar.

Helgi og Høgni eru okkara sterkastu telvarar - eingin ivi um tað. Stórmeistarin Helgi er klárt nummar eitt og føroyameistarin Høgni klárt nummar tvey. Rógvi hevur verið tann triðifremsti í nøkur ár, men úrslitini hava verið heldur umleypandi í seinastuni. Ratingtalið er lækkað nakað, men líkt er til, at hann er farin at raðfesta telvingina í størri álvara enn undanfarnu árini. 

John Rødgaard er the grand old man í føroyskari telving - nú 66 ár - men framvegis líka íðin og nærlagdur, sum tá hann leiddi føroyska telving inn í nýggjar tíðir á talvolympiaduni í Grikkalandi í 1984. Og 16 ára gamli Luitjen er okkara stóra talent, sum nú á fyrsta sinni sleppur at royna seg á tí heilt stóra pallinum.

Drúgv ferð
India man vera mest fjarskotna landið, sum føroyska talvlandsliðið hevur ferðast til. Buenos Aires í 1978  er hitt einasta, sum kann samanberast.

Føroysku telvararnir fóru úr Føroyum tíðliga í morgun. Tíbetur var kravda koronakanningin í gjár negativ hjá øllum í ferðalagnum. Seinnapartin varð farið undir longu flogferðina eystur ígjøgnum. Ferðast verður fyrst úr Keypmannahavn til Dubai. Hagar koma teir um midnáttarleitið. Í nátt verður so gist í Sameindu Arabisku Emirríkjunum. Haðani verður so aftur flogið í morgin seinnapartin beinleiðis til Chennai í India. Føroyingarnir verða frammi einaferð í annaðkvøld.

Chennia er 4½ tíma frammanfyri okkara klokkutíð. Tá telvað verður klokkan 15.00 á degi, merkir tað, at klokkan er 10.30 í Føroyum. Fyrsta umfar er ólavsøkudag, 29. juli. Tað verður so meðan prestar og tingmenn gera seg til at fara í skrúðgongu oman í Dómkirkjuna ólavsøkumorgun, at føroysku telvararnir flyta fyrstu leikirnar í India. Og á netinum fer at bera til at fylgja okkara monnum leik fyri leik á hvørjum borði allar dagarnar.

Veðurforsøgnin fyri komandi tvær vikurnar í Chennia bendir á, at hitin fer at liggja millum 26-35 hitastig, og tað kann fara at kennast uppaftur heitari enn so. Tí er at vóna, at luftskipanin verður góð, bæði á gistingarhúsi og leikstaði.

Ólavsøkutelving
Og meðan talvlandsliðið fer at spenna seg út á fjarleiðum um ólavsøkuna, fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur í ár at bresta saman í tiltikna ólavsøkudystinum millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. 

Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen ólavsøkuaftan 28. juli klokkan 18.00. Telvað verður á tíggju borðum. Í fjør var dysturin bæði javnur og spennandi, men havnarmenn vunnu 5½-4½.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo