Til nólsoyingar
Onki um tykkum - uttan um tykkum – eg loyvi mær at nýta og broyta slagorðið.
Í síðstu setu var eg, sum politikari, á borgarafundi í Nólsoy.
Ein ætlan varð løgd fram um uppskot til nýggja útstykking.
Eg visti einki um ætlanina, hevði ikki sæð hana, líka so lítið sum tit vistu um hana.
Eisini bleiv hon kolldømd beinanvegin – tí tit høvdu tykkara meiningar um økið, sum bústaðarøki.
Júst hetta sama gjørdi seg galdandi á øðrum øki hjá kommuni, at kommunan vísti á gjøgnumarbeiddar ætlanir, eisini saman við arkitekti, sum hvørki politikarar, sum ikki vóru í viðkomandi nevndum, ella bygdafólkið varð drigið inn í.
Soleiðis var arbeiðshátturin skipaður hjá borgarstjóra, nevnd og umsiting. Eg havi í aðrari grein víst á henda samskiftis- og fyrisitingarliga trupulleika og orsøk til, at nólsoyingar og borgarar eru ónøgdir. Ikki um at tala ta umsitingarligu spillorku, sum stendst av slíkum.
Sjálvandi skulu nólsoyingar hava bústaðarviðurskifti og nýggj øki, soleiðis sum teir ynskja tað.
Bæði fjølbroytni, eitt nú leigu- og lutaíbúðir og útstykkingar til tað vanliga, sum bæði kann verða eigaraíbúðir og sethús.
Sjálvandi!
Og einki um tykkum – uttan um tykkum!
Bergun Kass
valevni hjá Sambandsflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo