Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Ikki kann sigast annað enn, at desember, jól og nýggjár hava tikið hart, nú fleiri av okkara kæru eru farin um sýn.

Starvfelagi okkara í kommununi, Ingi Ellingsgaard, fór frá okkum 29. desember, beint áðrenn nýggja árið skuldi byrja við vónum og ætlanum fyri framtíðina.

Ingi var føddur á Eiði tann 11. mai 1953 og flutti til Havnar sum smádrongur, har hansara komandi lívsleið kom at verða. Gekk fyrst í barnaskúlan á Frúutrøð og síðan í kommunuskúla. Tók realskúla og síðan endaliga student í Hoydølum.

Ingi fór niður at lesa, fyrst til løgfrøði, men skifti yvir til tað meira tøkniliga, sum tá var í stórari menning um allan heim.

Ingi starvaðist fyrstu árini hjá Elektron, áðrenn hann kom til Tórshavnar kommunu at starvast. Ingi var við til at leggja grundarlagið sum tá og nú hevur haft stóra ávirkan á tøkniligu gongduna í Føroyum. Ingi var við til at gera núverandi skattaskipan sum vit hava í dag.

Í summar hevði hann 30 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu.

Ingi tók við sum deildarleiðari á nýstovnaðu kt-deildini 1. juli 1993, hetta var samstundis sum bróðurin Jón eisini byrjaði í kommununi.

Ingi var gløggur maður og legði lunnarnar undir alt kt-undirstøðukervið hjá kommununi.

Hesar royndir komu kommununi sera væl við, og við honum sum kt-leiðara flutti kommunala fyrisitingina seg fram á leið við nýggjari kunningartøkni og amboðum.

Í 2011 for hann í annað starv á fíggjardeildini, millum annað at standa fyri kt-menningini á fíggjardeildini við nýmótans skipanum. Eisini var uppgávan at samskipa innkeypið hjá kommununi.

Ingi var eisini virkin í frítíðini. Hann undirvísti m.a. í kt og ættargransking, har hann eisini hjálpti fleiri at brúka talgildar hentleikar til ættargranskingina.

Hann legði eisini stóran dent á trivnaðin, m.a. var hann skóti og virkin í eigarafelagnum á Norðasta horni.

Ingi hevði tónleikaoyra, spældi uppá fleiri ljóðføri, sum gagnaði har hann var í sínum umhvørvi.

Í fjør hevði Kristiliga sangkórið 70 ára stovningardag. Eisini í kórinum var hann virkin. Sum tað var vakurt at hoyra Kórið syngja í kirkju við jarðarferðina hjá Inga.

Ætlanin var síðsta heyst, at Ingi og Jón skuldu fáa hvør sítt silvurheiðurstekin fyri tænastu í kommununi í 30 ár. Tiltakið mátti útsetast vegna sjúku. Tíverri eydnaðist ikki at handa teimum heiðurstekini, nú Ingi er farin.

Silvurheiðurstekinið hjá Inga skulu hansara avvarðandi tó fáa sum minni um ein álitisfullan starvsfelaga og framskygdan embætismann, sum breyt upp úr nýggjum, og sum flutti Tórshavnar kommunu inn í kt-øldina.

Góða Jonna Benthe og børn tykkara við familjum. Saknurin verður stórur hjá tykkum, tí Ingi var fevnandi og familjukærur, men góð og heit minnir eiga tit eftir okkara góða starvsfelaga Inga.

Hvíl í fríði, góði Ingi, og takk fyri tína tíð í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen,
Borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo