Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Annfríð Davidsen

Siri Davidsen

Annfríð Davidsen

Siri Davidsen

Gott eitt  ár er liðið, síðan lívstráðurin var kvettur hjá okkara høgt elskaðu næstyngstu dóttir Annfríð.

Hon fekk bert 45 ár her á fold.

Samstundis eru tad tíggju ár síðan, at vit mistu okkara høgt elskaðu ynsgstu dóttir Siri, sum bert bleiv 26 ára gomul.

Annfríð var 10 ára gomul, tá Siri sum ein sonn sólstrála varð borin í heim.

Stutt frammanundan høvdu vit mist eina dóttur, sum doyði í móðurlívi beint áðrenn føðing.

So við Siri fingu vit bæði og børn okkara ein linna í sorgini eftir at hava mist eitt barn.

At lagnan skuldi gerast so náðileys, at vit fingu bert 26 ár saman við Siri, tað hugsaðu vit ikki.

Siri hevði tann eginleika, at tá hon kom innar, lýsti alt upp rundan um hana. Og kærleikin og nærleikin til okkum bæði, systkin hennara og teirra børn hevði einki mark.

Eisini børnini í barnagarðinum i Miðvági, har hon starvaðist, fingu hennara stóra kærleika at kenna.

Men so bleiv lívstráðurin so brádliga slitin.

Tað vardi okkum sjálvsagt ikki, at lagnan enn einaferð skuldi gerast okkum so náðileys, at okkara næstyngsta dóttur Annfríð bleiv álvarsliga sjúk og eisini varð tikin frá okkum.

Annfríð, ið eins og Siri var so full av kærleika, mild og góð, andaðist fyri einum góðum ári síðan. Eftir hana sita maður og trý børn, ið vóru hennara eitt og alt.

Nógv eru tey, ið saman við okkum standa spyrjandi, hví lagnan er so náðileys, og hví hon rakar so tilvildarliga. Hví skuldi Annfríð ikki uppliva at fáa ommubørn, soleiðis sum okkum hennara foreldrum varð unt?

Sorgin og saknurin eftir Siri og Annfríð var og er so stórur, sum bert tey kunnu skilja, ið sjálvi hava mist børn, sum standa í besta blóma.

At siga, at tað er vilji hins altvaldandi, at barn doyr í móðurlíví beint undan føðing, og at tvey systkin seinni doyggja í besta blóma, gevur lítla meining.

Men í allari sorgini eru vit kortini so sera takksom fyri tey dýrabæru minni, vit kunna bera í hjørtum okkara um tey árini, vit hóast alt fingu saman við okkara elskuligu og elskaðu døtrum.

Minnini verða verandi í okkara hjørtum til tann dagin, vit hittast aftur hinumegin sýnina, og fyri altíð skulu vera saman aftur við teimum báðum.

Mamma og pápi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo