Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Um jóltíðir í brátt farna ári fór bróðir mín, Heri Kragesteen, handan sýn, einans 68 ára gamal.

Tung var eg í sál míni, tá ið eg fekk boðini, at hesin blíði og fitti stóribeiggin var farin.

Vit systkini, Fróða, Heri og eg, vóru framúr góð við hvønn annan, og stóðu saman sum kletturin, tá ið á stóð.

Í byrjanin av nítiárunum flutti eg saman við manni mínum og dóttir okkara til Danmarkar, og mangan var Heri á vitjan.

Í byrjanini saman við konuni Katrin, men tá ið hon fyri skjótt sekst árum síðani varð tikin frá okkum vegna herviliga krabbasjúku, kom han einsamallur.

Og her fall hann væl til. Hann var ein sannur handyman, ið dámdi sera væl at putlast við ymist bæði innan- og uttandura. Og sum hann onkuntíð tók til: ”Her eri eg í Paradísi”.

Ikki er neyðugt í hesi sorgarstund at festa meira á blað um henda heiðursmann, tí hann var ikki bert mín bróðir og vinur - hann var samstundis ein vinur av fólkinum.

Saknaðurin er ómetaligur.

Við sýndari samkenslu

Sofía

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo