Manchester United váttar at felagið hevur gjørt sáttmála við turkiska málverjan Altay Bayindir frá Fenerbahce.
Sáttmálin er galdandi til á sumri 2027, skrivar norska TV 2.
– Tað er ein stórur heiður at fara til Manchester United og gerast fyrsti turkiski spælarin sum umboðar hetta ótrúliga felagið, sigur Bayindir við ManUtd.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo