Vit í FaroeSea ynskja HiddenFjord hjartaliga tillukku við framúr úrslitunum á alirástevnuni 2018.
Um miðal gagnnýtslan av smoltinum í Føroyum hevði verið, sum hjá HiddenFjord síðstu árini, kundi meirframleiðslan í Føroyum verið omanfyri 15.000 tons um árið.
Nýmenning og ósmædni at royna nýtt, eyðkennir HiddenFjord.
Sum tann fyrsta alifyritøkan hevur HiddenFjord m.a. tikið í nýtslu hátøknu SeaV SmartFeeder skipanina til sjálvvirkandi fóðring á sjónum og á smoltstøðini.
Vónandi kemur hetta til gagns komandi árini.
FaroeSea
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo