Vit nólsoyingar kunnu ikki góðtaka at eingir pengar verða settir av tíl nýggjan strandfaraflota fyrr enn í 2025. Tað tekur tíð at byggja ferjur og tí kann roknast við at tað ganga alt ov nógv ár, áðrenn vit fara at síggja nakra nýggja ferju. Vit hava stutt sagt ikki tíð at bíða. Bygdin bløðir og øll menning í bygdini er steðga upp.
Sum støðan er nú, so er okkara ferja elligomul og hevur staðið á beding í eitt hálvt ár. Og tað tekur longri og longri tíð at gera ferjuna í stand, so hvørt sum hon verður eldri. Harafturat er Ternan, avloysaraskip bæði á Sandoyarleiðini og Kallsoyarleiðini og vit vita, at vit framyvir missa Ternuna hvørja ferð ein ferja verður tikin úr sigling har.
Erla Kongsdótir, sum skuldi verða avloysarskip á øllum leiðum, verður bara brúkt á Nólsoyarfarleiðini, tí hon – sum nú er - ikki kann brúkast á øðrum leiðum. Hetta ger gerandisdagin og lívið í Nólsoy sera trupult.
Í eitt hálvt ár hava vit nú havt óhóskandi og ónøktandi avloysarabátar um fjørðin. Vit sum hava ferðast um Nólsoyarfjørð í ein mansaldur hava ikki upplivað størri ótryggleika og størri óreglusemi á okkara farleið. Hetta gongur útyvir trivnaðin og vit óttast fyri framtíðini hjá Nólsoyar bygd, um ikki vit síggja ein politiskan vilja at raðfesta hetta sum skjótast – í 2025 er ov seint.
Vit heita inniliga á teg, sum okkara løgmann, at hjálpa okkum í okkara truplu støðu. Okkara bygd yvirlivur ikki ein slíkan vetur sum hendan eina ferð afturat. Kanst tú taka upp samráðingar við landsstýrið um, at framskundað at seta pengar av til strandfaraflotan? Vit vilja fegin møta á fundi, at greiða tær nærri frá okkara truplu støðu.
Við vón um góða móttøku og skjótt svar.
Anja Harmann Wardum
Guðrun Sundar Hansen
Leif Hansen
Ann-Mari av Skarði
Vígdis Bjarnadóttir
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo