MEST: 50 ára gamli trolarin Ljósafell kom á beding í dag. Skipið skal til 50 ára klassing, sum millum annað fevnir um at yvirhála motorin og ymiskt viðlíkahaldsarbeiði annars.
Ymiskt arbeiði skal eisini gerast í sambandi við verksmiðjuna.
Harumframt skal nógv málingaarbeiði gerast og skal skipið vaskast og málast frá kjøli til mastrartopp komandi vikurnar.
Ljósafell er úr Fáskrúðsfirði í Íslandi. Sum tað sæst var íslendska flaggið vundið á stong – kanska sum ein heilsan til Ólavssøkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo