Norska E24.no skrivar at amerikanska løgmálaráðið og amerikanska brúkaraverjueftirlitið (FTC) saksøkja Tiktok og kinesiska felagið ByteDance fyri brot á persónsverjulógina fyri børn á netinum.
Tað skriva bæði The New York Times og NBC News.
Tiktok verður ákært fyri at hava savnað inn persónliga informasjón frá børnum undir 13 ár. Felagið hevur millum anna goymt teldupost adressur frá ungum brúkarum, og ikki strika tær aftur tá ið foreldur bóðu um tað, skrivar NBC News sambært E24.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo