Seinastu dagarnar hevur eitt sjáldsamt kjak verið á sosialu miðlunum um staðseting av komandi Tjóðleikhúsinum. Fólk kæra sína neyð um vantandi pláss við Eystaruvág og eingin endi er á hugskotum um, hvar ein alternativ plasering kundi verið.
Enntá eru løgtingsfólk farin at blanda seg uppí býarplanlegging í Havn, sum um tey ikki høvdu nógmikið við egnar trupulleikar.
Tíbetur hevur landsstýrismaðurin í mentamálum enn einaferð skorið ígjøgnum og sligið fast, at avgerðin er tikin. Tjóðleikhúsið verður í Havn.
Í mars mánaði í ár varð staðfest, at Tjóðleikhúsið skal byggjast onkunstaðni við Eystaruvág. Tað er úrskurðurin hjá dómsnevndini, sum hevur mett um bestu staðsetingina. Dómsnevndin fekk sjey ymisk uppskot at taka støðu til, og flestu uppskotini peikaðu á økið undir Krákusteini við Eystaruvág.
Her vóru eisini fakdómarar úr grannalondum, sum saman við øðrum høvdu gjørt eina grundleggjandi gjøgnumgongd av tilfarinum. Merkisvert er, at fimm arkitektasamtøk vístu ymsar staðsetingar á sama stóra øki við Eystaruvág.
Tórshavnar býráð hevur síðan einmælt samtykt, at fleiri enn tey undangóðkendu skulu sleppa at gera uppskot um heildarætlan fyri eystara havnarøki.
Tað átti at verið sjálvsagt, at í sambandi við at taka endaliga støðu til staðsetingina, so verður neyðugt at viðgera økið út frá teimum staðbundnu avbjóðingunum, sum økið hevur við sær, og tí verður neyðugt at tryggja, at endaliga staðsetingin hóskar til býarskipanarligu-, havna- og ferðsluatlitini, sum kommunan hevur til staðið.
Tí er neyðugt at skipa eystara havnaøki í eina heildarætlan, har staðsetingin av Tjóðleikhúsinum samstundis verður nágreinað. Uppskotini skulu sjálvandi taka støði í nærumhvørvinum.
Flestu havnarborgarar eiga at vita, at vit eru við at rudda Eystaruvág millum havnarskrivstovuna og Kongabrúnna fyri nærum alt verandi virksemi. Sum frálíður flytir alt virksemið út á Skansabryggjuna – í løtuni verður arbeitt við at flyta Smyril út undir havnarskrivstovuna.
Sáttmáli er gjørdur við Smyril Line, um at felagið saman við kommununi byggir ein stásiligan nýggjan terminal á nýggja økinum uttanfyri havnarskrivstovuna. Prosjekteringin er farin í gongd.
Sum nevnt er áður, so svarar tað plássið, eitt Tjóðleikhús skal brúka av hesum risastóra økinum, bara til nøkur fá prosent. Og um Tjóðleikhúsið liggur hálvannaðhundrað metrar frá Tinganesi við Havnargøtu, ella tveyhundrað metrar frá Tinganesi á Skálatrøð, ger ikki stóra munin.
Við Eystaruvág verður ómetaliga gott pláss til eitt nú parkeringsøki/hús og eina veruliga havnarpromenadu, har til ber at skapa eitt framúr maritimt umhvørvi líknandi tí, sum skapt er í Vágsbotni og undir Bryggjubakka. Hetta átti at verið ynskiligt fyri øll.
Vit fáa skjótt ein nýggjan innkomuveg til Havnina, sum fer at deila seg í fleiri frákoyringar oman í býin. Men Eystarvág kemur at vera portalurin inn í hjartað á Havnini. Havnargøta verður varðveitt. Atkoman verður góð. Parkeringsmøguleikarnir framúr.
Og í hesum økinum skulu vit hava eitt sermerkt og tignarligt tjóðleikhús, sum ikki ger seg inn á Tinganes ella umhvørvið annars við Eystaruvág, men verður ein harmoniskur partur av tí.
Vit bíða spent eftir endaligu uppskotunum. Mín trúgv og vón er, at vit finna eina tignarliga loysn, sum tænir økinum, høvuðsstaðnum og øllum landinum til miklan heiður.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo