Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Granskingarráðið: Í fyrradagin hava umsøkjarar fingið boð um, hvørt tey hava fingið játtað stuðul frá Granskingarráðnum til verkætlanir teirra. Tað eru játtaðar tilsamans 7,450 mió. kr. til 10 verkætlani.

Íalt 34 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um góðar 31 mió. kr. Játtanarparturin er um 30%. Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.  

Tað er nýtilnevnda faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Bogi Bech Jensen, formaður, sigur:

- Tað hevur verið spennandi at lisið so nógvar og ymiskar umsóknir. Sum heild eru umsøkjararnir væl skikkaðir, og umsóknirnar væl grundaðar; tí kundu vit stuðlað meira, um játtanin var til tað. Fyri at varðveita okkara kappingarføri sum land er umráðandi, at vit gera íløgur í gransking. Tí er mín vón, at gransking fær hægri raðfesting komandi árini.

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Sandra Saxov Lamhauge : “Ein sosiofonetisk kanning av atblástri og avraddaðum sonorantum í føroyskum - eitt lítið lýst evni í einum lítið lýstum máli.”
Ph.d.-verkætlan á Føroyamálsdeildini á Setrinum – kr. 1.100.000

Rakul Maria Johannesen: “TINNA – Jarðfrøðiliga loysnin at røkka null útlát.”
Ph.d.-verkætlan á Jarðfeingi og Universitetið í Oslo – kr. 1.000.000

Helga Bára Mohr Vang :“Stovnsbýti og vistfrøðiligur leikluturin hjá hýsu (Melanogrammus aeflefinus) á føroyska landgrunninum og Føroyabanka”.
Ph.d.-verkætlan á Havstovuni og Aarhus Universitet – kr. 350.000

Jóhannis Danielsen: “Sjófuglur sum yvirvøkutól av dálking í føroyskum sjóøkið”
Post.doc.-verkætlan á Havstovuni – kr. 900.000

Sissal V. Erenbjerg: “Forritan av fjarðamyndlinum FarCoast og háavrikandi teldumegi”
Verkætlan á Fiskaaling – kr. 940.000

Inga Kristiansen: “Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju.”
Post.doc.-verkætlan á Havstovuni – kr. 1.000.000

Tórunn Højgaard Ósá: “Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvn ólag og ávirkan av eini tónleika uppílegging”
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – kr. 790.000

Elsa J. D. Johannesen: “Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum.”
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – kr. 360.000

Magni Mohr: “Ávirkan av lág-kolvætu og orkufátækum kosti á kropsligt arbeiði í óvirknum fólki við ov høgum kropsfeitti.”
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – kr. 360.000

Katrin E. Danielsen: “Ílegukanningar fyri bróstkrabba í Føroyum.”
Verkætlan á ílegusavninum – kr. 650.000

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo