FSF: Heilt fitt av landsliðsvirksemi er á skránni í august mánað. Og serliga eru tað U15-liðini við gentum og dreingjum, og U17 dreingirnir, ið sleppa at royna seg.
Í døgunum 2. til 10. august taka U17-dreingirnir lut í NM, sum verður í Noregi. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir, sum vera móti Svøríki, Norðurírland og Ongland.
Um miðan august sleppa bæði U15 genturnar og U15 dreingirnir at royna seg í venjingardystum móti Íslandi. Týsdagin 16. august verður spælt á Svangaskarði á Toftum, og tveir dagar seinni, hósdagin 18. august møtast liðini aftur á Tórsvølli.
Síðst í mánaðinum skulu U15-genturnar aftur á vøllin, tá Baltic Cup 2022 verður í Lettlandi.
Skráin
4. august
U17 Dreingir: Svøríki – Føroyar (NM)
6. august
U17 Dreingir: Føroyar – Norðurírland (NM)
8. august
U17 Dreingir: Føroyar – Ongland (NM)
16. august
U15 Dreingir: Føroyar – Ísland á Svangaskarði kl. 15:00
U15 Gentur: Føroyar – Ísland á Svangaskarði kl. 17:30
18. august
U15 Gentur: Føroyar – Ísland á Tórsvølli kl. 15:00
U15 Dreingir: Føroyar – Ísland á Tórsvølli kl. 17:30
22.-28. august
U15 Gentur: Baltic Cup 2022 í Lettlandi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo