Eg havi fingið nógv tøl frá Havstovuni og aðrastaðni við. Onkuntíð samsvara tølini ikki. Tað kunnu sjálvandi vera góðar orsakir. Eitt dømi, sum vísur, at tað kann verða avbjóðandi, at fáa alt at ganga upp.
Á hvørjum ári verður kannað, hvussu stórur partur av hvørjum árgangi er gýtingarførur. Tann parturin, sum er gýtingarførur telur við í gýtingarstovninum.
Við at hyggja í ymiskar útgávur sæst, at gýtingarføri, sum brúkt verður í útrokningum, ikki altíð er tað sama.
Talvan vísur gýtingarføri frá 1983 til 1998 fyri 2 ára gamlan tosk. Tølini frá 1998 eru frá einari framløgu og eru útgivin í bók. Tølini frá 2018 fekk eg frá Havstovuni. Tølini samsvara ikki. Munurin er rímiliga stórur.
Munurin ávirkar “bara” útroknaðu støddina á gýtingarstovninum. Men tað er avgerandi fyri tilráðingina um, hvussu nógv vit eiga at fiska. Okkurt av árunum hevði samlaði gýtingarstovnurin verið uml. 20.000 tons størri, bara av muninum á gýtingarføri hjá 2 ára gomlum toski. Tilráðingin hevði eisini verið nógv 1.000 tons hægri við 1998 tølum.
Eg brúki skrásetta gýtingarføri til aðrar samanberingar. Út frá tí sær út til at tølini frá 1998, eru tey røttu. Bláa linjan passar ikki saman við aðrar útrokningar. Men bláa linjan er tann, sum brúkt verður í dag. Hvat tal skal eg so brúka í mínari gransking? Annars minnist eg ein føðingardag fyri minst 35 árum síðan, tá ein eldri útróðramaður spurdi, hvussu tað bar til at toskur við hvørt gýtti tá hann var 2 ára gamal og við hvørt tá hann var 3 ára gamal.
Við at hyggja eftir, nær munur er á linjunum, sæst, at tað er somu ár vit hava fiska nógv og tá toskastovnurin er stórur. Mín meting var, at hetta er ein máti hjá fiskifrøðingum at justera útrokningar, fyri at fáa onkur roknistykkir at passa betri, soleiðis at onkrir formlar passa. Tað kann eisini verða ein feilur í skrásetingini, men tað ljóðar ikki sannlíkt.
Sjálvandi kundi eg spurt, men tað verður einaferð seinni, tá eg havi brúk fyri tí. Eg brúki bara totalan stovn, íroknað gýtingarføran og ikki gýtingarføran tosk, í hvørjum árgangi.
Tøl og røtt tøl eru ein avbjóðing. Serliga tá somu tøl koma í fleiri variantum og tykjast broytast yvir tíð. Fyrimunur fyri vísmannin er tá, at næstan alt er bæði skeivt og rætt.
Vísmaðurin kann tá avgerða, at hansara meining er tann einasta rætta. Tá verða allar aðrar meiningar samstundis gjørdar virðisleysar. Eg haldi ikki, at okkara vísmenn gera tað.
Tó at teir ikki gera tað, verður avleiðingin hin sama. Tað er nærum ómøguligt at hava aðra meining.
Tað kostar samfelagnum 30.000 tons av toski og 900 milliónir í útflutningsvirði hvørt ár og tí átti tað at verið øðrvísi.
Eivind Jacobsen
Strendur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo