Ein av størstu tíðindastovunum í heiminum, Associated Press (AP), hevur gjørt avtalu við firmaið sum eigur ChatGPT, OpenAI, skrivar DR.
Avtalan merkir, at AP letur part av síni risastóru tíðindagoymslu – móti at fáa brúkt tøknina hjá OpenAI, verður sagt í eini felags fráboðan. Einki verður tó nevnt um kostnaðin.
Tjattrobott sum ChatGPT gerast betri við nógvari dátu, og verður her talan um nógv tíðindatilfar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo