Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit hoyra dagliga um at tørvur er á fleiri umlættingarplássum og fleiri búplássum í eldrarøktini á Sandoynni.

Tí vilja vit á Lista A arbeiða fyri, at byggja út á Áargarði, so at vit koma nærri málinum at nøkta tørvin.

Somuleiðis vilja vit seta á stovn dagtilboð til okkara eldru heimabúgvandi borgarar, sum ikki klára dagligdagin sjálvi, eisini fyri at lætta um gerandisdagin hjá avvarandi.

Ellis- og røktarheimini í Sandoynni eru eftirhondini vorðin yvir 30 ára gomul, og standa frammanfyri nógvum viðlíkahaldi. Tí mugu vit eisini raðfesta viðlíkahaldið munandi meiri komandi valskeið.

Vit á lista A vita, at hetta fer at krevja økta játtan til eldraøkið, til starvsfólkaorku og viðlíkahald, og hetta eru vit klár til at arbeiða fyri, fáa vit álitið frá sandingum 12. Nov.

Velji Lista A.

Brandur Sandoy
valevni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo