Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kjakið um okkara fiskatilfeingi er kyknað uppaftur, tí rami roykurin frá einari rotnari óskipan rívur í nasarnar. Men úr øllum politiskum heraðshornum haldi eg meg hoyra røddir, sum tala fyri eini betri skipan - eini rættvísari skipan, sum virðir fólksins ognarrætt til okkara tilfeingi, og sum ynskir eitt rættvísari býti av virðunum og atgongdini at fiska.

So eg haldi, at tíðin nú loksins man vera búgvin, at broytingarsinnaðu kreftirnar í Løgtinginum seta seg saman og brúka tey bæði árini, sum eftir eru av valskeiðnum, at finna gitnu breiðu semjuna, sum tosað hevur verið um nú í eini 20 ár; eina breiða semju, ið júst virðir fólksins ognarrætt, sum, verður hann skynsamt umsitin, kann generera í hundraðvís av milliónum krónum um ikki milliardir um árið til vælferð og lægri lønarskatt.

Í 2007 blivu øll loyvi og rættindi uppsøgd við tíggju ára freist, men uttan nakra semju um, hvat síðan skuldi henda, og uttan nakra ætlan yvirhøvur. Tað mátti enda í kaos og kraddi, og tað gjørdi tað.

Men nú ber til at gera eina semju og eina greiða, bindandi ætlan, áðrenn verandi loyvi og rættindi verða uppsøgd, og síðan hava vit 12 ár at fyrireika íverksetanina av einari nýggjari skipan.

Ingolf S. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo