Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 47/2022: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2023 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur lagt málið fram 14. februar 2023, og eftir 1. viðgerð 16. februar 2023 er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. og 23. februar og 1., 2., 8., 9., 10., 15., 16., 20., 22. og 23. mars 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Samrit, Reyða Kross Føroya, Títt Rúm – Bláa Kross Føroya, Ítróttasamband Føroya, Grunnin - Mentanarhús í Klaksvík, Vestmanna kommunu, MEGD, Runavíkar kommunu, Sinnisbata, Alzheimerfelagið, ADHD-felagið, Búskaparráðið, Open Doors Føroyar og OM Føroyar, landsstýrismannin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, saman við ávikavist VØRN, Havstovuni, Landsverki og Strandfaraskipum Landsins, landsstýrismannin í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, saman við Umhvørvisstovuni, landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, saman við ávikavist Undirvísingarstýrinum og Musikkskúlanum, landsstýrismannin í heilsumálum, Margit Stórá, saman við Sjúkrahúsverkinum, landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, saman við Búnaðarstovuni, løgmann, Aksel V. Johannesen, sum í løtuni eisini umsitur lógarmál, saman við Útlendingastovuni, landsstýrismannin í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við ávikavist Almannaverkinum, Mentanargrunni landsins og Tjóðsavninum, løgtingsformannin, Bjørt Samuelsen og landsstýrismannin í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við ávikavist TAKS og Talgildu Føroyum.

Ein samd nevnd tekur við einum broytingaruppskoti undir við málinum, men hevur ymiskar viðmerkingar.

Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar:
Fyrst í november 2022 varð løgtingsval útskrivað at verða tann 8. desember 2022. Tann 22. desember 2022 tók nýggj samgonga við. Orsakað av vali í úrtíð hevði Løgtingið undan hesum samtykt eina bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023, løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2022 (lm. 37/2022).

Við bráðfeingis játtanarlógini fekk landsstýrið heimild at føra landshúsarhaldið víðari til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023 er samtykt. Inntøkur og útreiðslur skulu sambært galdandi siðvenju haldast á umleið sama støði sum í játtanarlógunum fyri 2022, tó við hóskandi afturhaldni við útreiðsluatgerðum. Fyri inntøkujáttanir verða beinleiðis og óbeinleiðis skattir, t.e. avgjøld og lógarkravd gjøld, uppkravd eftir galdandi lógum. Felags fyri øll játtanarsløg er, at vanligt virksemi heldur fram í neyðugan mun, og at eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk.

Seinni vórðu eisini løgd fyri Løgtingið uppskot til broyting í bráðfeingis játtanarlógini, lm. 42/2022 og lm. 48/2022 (ávikavist løgtingslóg nr. 25 frá 27. februar 2023 og løgtingslóg nr. 16 frá 16. februar 2023). Tað varð gjørt fyri at hava møguleika at loysa ávís átrokandi mál, sum illa kundu bíða.

Hetta fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram 14. februar 2023 og eftir 1. viðgerð 16. februar 2023 varð tað beint í Fíggjarnevndina. Nevndin var á einum máli um, at tað hevði skund at fáa samtykt eina fíggjarlóg fyri fíggjarárið, m.a. so at almennu stovnarnir fáa rásarúm at leggja vanliga virksemið til rættis, tað ið eftir er av árinum. Nevndin setti sær tí sum mál at fáa uppskotið samtykt fyri páskir, og varð arbeiðið í nevndini síðan lagt til rættis hesum samsvarandi.

Undanfarna samgonga legði í september 2022 fram fíggjarlógaruppskot fyri 2023 (lm. 14/2022), men av tí at val varð útskrivað, fall uppskotið burtur. Bulurin í fyriliggjandi uppskoti er fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu, men við broytingum, tillagingum og raðfestingum.

Í mun til fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu er í hesum uppskotinum millum annað gjørd tann broyting, at avsetingin til lønarframskriving í samband við sáttmálasamráðingar er hækkað úr 2,24% til 3,86%. Henda øking er í samsvari við teir sáttmálar, ið higartil eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Annars eru raðfestingar og átøk gjørd í fíggjarlógaruppskotinum millum annað til:
- Flokslæraraskipan
- Heim fyri seinheilaskadd
- Fleiri frítíðartilboð til millum annað børn við autismu
- Bráðfeingis sálarliga hjálp (læknavaktin)
- Fleiri serlæknar
- Dialysueind í Suðuroy
- At fyrireika endurnýggjan av strandferðsluflotanum
- Kravfesting av nýggjari talgildari heilsuskipan
- Lækking av ríkisveitingini
- Sendistovu í USA
- Óhefta orkuvegleiðing
- Grønt orkuskifti í almennum bygningum
- Yvirtøku av loftrúminum
- Eygleiðaraskipan hjá Vørn

Yvirskipaðar avbjóðingar í búskapinum
Búskaparráðið hevur fleiri ferðir seinastu árini og so seint sum í nýggjastu frágreiðing sínari í februar 2023 víst á, at vit hava avbjóðingar, um vælferðarsamfelagið skal tryggjast nú og frameftir. Hesar avbjóðingar koma millum annað av broyttari aldurssamanseting, trot á arbeiðsmegi og vantandi avlopi á fíggjarlógini í góðum tíðum.

Nevndin er samd um, at neyðugt er at halda aftur í útreiðslum landsins, seta í verk nýskipanir og hava avlop, soleiðis at lagt verður til síðis í góðum tíðum. Nevndin heitir tí á landsstýrið um at hava hesi viðurskifti í huga í sambandi við komandi fíggjarlógir, so at vit sum samfelag verða betur før fyri at møta framtíðar avbjóðingum.

Innihaldið í uppskotinum
Nevndin hevur, eins og undanfarin ár fingið fitt av umbønum um fíggjarligan stuðul frá ymiskum sjálvbodnum og privatum felagsskapum. Nevndin ásannar, at hesir felagsskapir, hvør sær, gera eitt megnar arbeiði, og peningur játtaður til hesar felagsskapir ger góðan mun fyri tey, ið ávísi felagsskapurin roynir at hjálpa. Samstundis eru nakrir felagsskapir á fíggjarlógini frammanundan og verða stundum raðfestir av avvarðandi landsstýrisfólki. Nevndin heitir á landsstýrið um at seta út í kortið, eftir hvørjum leisti sjálvbodnu felagsskapirnir skulu stuðlast í framtíðini.

Nevndin hevur valt at gera smávegis umraðfestingar í uppskoti landsstýrismansins.

Av raðfestingum nevndarinnar kunnu nevnast:
- Taluvenjing í samband við endur- og viðlíkahaldsvenjing
- Demenssamskiparar
- Títt rúm – Blái Krossur Føroya
- Klimaviðgerð til gikta- og psoriasissjúklingar
- Musikkskúlin
- Farstøð á Syðradali
- Barnabøkur
- Undirvísing í føroyskum sum annaðmál
- MEGD
- Verkætlanin Ovasavn í Nólsoy
- Neyð- og menningarhjálp
- Stuðul til umhvørvisátøk
- Átrokandi ábøtur á Suðuroyar sjúkrahúsi
- Ventilatiónsskipan á Tekniska Skúla í Klaksvík
- Mentanarhúsið í Klaksvík
- Fyrireiking av verkætlanini tunnil til Tjørnuvíkar
- Ferðsluátøk í Vágum
- Funningsfjarðarvegurin
- Ítróttasamband Føroya

Á játtanini 5.38.1.14. Havnir (Løgujáttan), ger nevndin ta raðfesting, at peningur skal nýtast av játtanini til at gera farstøð á Syðradali í 2023.

Viðvíkjandi útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur nevndin fingið upplýst, at arbeiðið at fyrireika umbygging/umvæling av starvsfólkabygninginum er komið so væl áleiðis, at verklagslóg kann verða gjørd í heyst.

Í hesum sambandi heitir nevndin á landsstýrismannin í heilsumálum um at taka ætlanina um móttøkuna til sjúkratænastu, sum er lýst í støðulýsingini í heildarætlanini fyri sjúkrahúsverkið á vári 2022, við í verkætlanina.

Nevndin heitir eisini á landsstýrismannin um at taka støðulýsingina av viðlíkahaldinum í heildarætlanini fyri sjúkrahúsverkið til viðgerðar.

Nevndin hevur tikið undir við uppskotinum til broytingaruppskot frá landsstýrinum til nevndina, sum tí er tikið við í broytingaruppskot nevndarinnar í málinum.

Í hesum sambandi tekur nevndin eisini undir við teirri í broytingaruppskoti landsstýrisins umbidnu víðkanini av tekstinum til høvuðskontu 2.37.6.11. Partabrøv, ymsi viðurskifti (Stuðulsj.), soleiðis at útreiðslur av søluni av partabrøvum landsins í P/F Smyril Line til ráðgeving og annað kunnu verða frádrignar søluupphæddini.

Við broytingaruppskoti nevndarinnar verður avlopið á fíggjarlógini knappar 144 mió. kr. Í uppskotinum hjá landsstýrismanninum er avlopið 141 mió. kr.

Tað er gott og ein fyrimunur, at tað er ein samd nevnd, sum leggur fram álit, ásannandi at tað er við samstarvi, hóast ikki samd um alt, at ein kemur longst. Tað er gott fyri álitið á politisku skipanina og støðufestið í samfelagnum.

Beinir Johannesen hevur harumframt hesar viðmerkingar:
Tá fíggjarlógaruppskotið bleiv borið tinginum í heyst, var í somu atløgu uppskot um ein skattalætta og øktan barnafrádrátt latin tinginum. Skattalættin skuldi lætta um hjá lønmóttakarum, og eisini skuldi tað loysa seg betur at taka eitt eyka tak á arbeiðsmarknaðinum, uttan at verða revsaður í skatti. Barnafrádrátturin skuldi økjast, so man gav familjum størri fíggjarligt rásarúm, ið er tiltrongt.

Sum støðan í Føroyum er í dag, er gerandisdagurin nógv merktur av príshækkingum av alskyns slagi. Hetta merkist hjá borgarum, og tí er eisini tørvur á einum lætta, so man hjálpir teimum, ið eru fíggjarliga sperd.

Tí var - og er - tað eitt vónbrot, at hesir fíggjarligu lættar ikki blivu raðfestir til hetta fíggjarlógaruppskotið, tí tørvurin er stórur, og er hann júst nú. Uppskotini um skattalætta og øktan barnafrádrátt fyriliggja longu sum er, og tillagingar kunnu gerast, um ein ynskir tað. Tað er sostatt ongin undanførsla, ikki at hava hesi við nú, tí tíðin ikki var til tað.

Tað er gott, at man hevur veitt ein hjálparpakka, ið hjálpir teimum harðast raktu her og nú, eins og undanfarna samgonga gjørdi, men stórur tørvur er á, at vit veita varandi fíggjarligar lættar yvir skattin, og er tørvurin her nú.

Magnus Rasmussen hevur harumframt hesar viðmerkingar:
Samgongan hevur sett sær fyri at skerja ríkisveitingina tilsamans við 100 mió. kr. næstu fýra árini og merkir hetta, at í løgtingsfíggjarlógini fyri fíggjarárið 2023 verður ríkisveitingin skerd við 25 mió. kr.

Tað undrar, at ríkisveitingin verður skerd og serliga hetta, at virðisskapandi tiltøk ikki verða sett í verk, soleiðis at fyllast kann í aftur fyri hesa vantandi inntøku.

Neyðugt er við virðisskapandi tiltøkum, soleiðis at vaksast kann um samfelagsbúskapin, men hesi tiltøk eru trupul at fáa eyga á hjá hesi samgonguni. Tað undrar, tí hetta er serliga umráðandi fyri, at vit sum samfelag skulu mennast og eisini standa okkum móti øllum avbjóðingum, sum vit vita eru og fara at koma.

Undanfarna samgonga setti á skrá Vakstrarforum, sum kom við nógvum tilmælum, sum góvu eitt boð uppá, hvussu vit í Føroyum - við virðisskapandi tiltøkum - kunnu styrkja føroyska búskapin. Í hesum tilfari er nógv gott, sum samgongan átti at tikið til sín og sett bæði á skrá og í verk.

Gamaní ætlar samgongan at krevja nakrar 100 mió. kr. í gjøldum frá fiski- og alivinnuni fyri á tann hátt at fáa fleiri pengar í landskassan. Men hetta er alt annað enn virðisskapandi, og kann tí ikki á nakran hátt javnsetast við virðisskapandi tiltøk.

Tað, sum vit hava brúk fyri, er størri virðisskapan, og tað er lykilin til størri búskaparvøkstur, sum vit hava og fara at hava brúk fyri.

Sí alt álið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo