Eg lati meg ikki órógva av fakfelagi ella av ‘midlunum’, men av sakini ella av brúkara.
Ikki tí eg ikki ynski konstruktivt samskifti við fakfelag, men tí tað ikki er konstruktivt.
At eldraøkið treingir til nýhugsanir, at starvsfólkini treingja til viðurkenningar og betri umstøður, at búfólk og tey eldru treingja til tryggleika um teirra viðurskifti sum verri fyri ella óhjálpin, er ein veruleiki at fyrihalda seg til og arbeiða málrættað við.
Ein liður í hesi tilgongd eru útbúgvingar hjá starvsfólki, fakfeløg, sum stuðla undir og tilboð frá fakfelagi at røkka omanfyri nevndu málum, teim gomlu til hjálp og signingar.
Tað við siga, at millumliðið, - starvsfólkini og skipanir, eru ‘midlarnir’ fyri at røkka málinum, sum er almenn skylda mótvegis okkara veiku gomlu.
Vit hoyra um ringar støður á eldraøkinum og vit hoyra um ellisheim, sum mugu senda búfólk í aðrar bygdir, tí tey ikki fáa mannað heimini. Altso midlarnir svíkja.
Vit vita, at ein parametur, at trekkja til sín starvsfólk, umframt lønir og aðrar sømdir, er, at økið er dagført og fakliga væl fyri.
Har sum gott fólk er, kemur gott fólk afturat – øvugt, vil manglandi fakleiki taka orku frá teim faklærdu, í og við – at hesi, í ov stóran mun, verða ovbyrjað av at læra upp, læra nýggj fólk – taka sær av dygdini og annað líknandi.
Ikki misskilja meg, vit hava sera nógvar góðar kreftir, sum hava verið leingi, sum hava lært í arbeiðinum, sum gera eitt dygdararbeiði – og eisini eru álitið í røktini, á hædd við hini.
Men tíðin krevur nakað meira. Gongdin er, at starvsfólkastápurin eldist, orkan gongur undan – og at nýggj fólk skulu tendra uppá góðar útbúgvingar og hetta starvsøkið.
Tí ynski eg eitt fakfelag, sum talar fyri einari útbúgving og staðseting, sum leggur afturat í hópinum, í tann mun hon eigur og fær fulla undirtøku til heilsufakligar útbúgvingar.
At vit í skjótt fimtan ár – hava havt eina útbúgving, sum gevur okkum ein brotpart av tí útbúna fólkinum, sum vit áttu at fingið, er ørkymlandi og syrgiligt.
Hetta er ein partur av frágreiðingini um vánaligu støðuna á eldraøkinum, at vit hava fingið ein lítlan brotpart av tí vit áttu at havt fingið, eins og vit norðanfjørðs hava mangla yngri útbúgvin.
“Tey kunnu fara til danmarkar, hví kunnu tey ikki fara til suðuroyar?” Hetta hevur verið afturvendandi spurningurin. Ja, eg veit at tey kunnu fara til danmarkar og at tey ikki í nóg stóran mun fara til suðuroyar. Vit fáa ikki tvinga fólk til suðuroyar og at løna teimum fyri at fara, heldur enn at flyta skúlan, er molboasligt, spyrt tú meg. Vit hava nógv at brúka skattakrónurnar til. Eg hevði ynskt eitt fakfelag, sum viðgekk hetta eisini.
Tá vit kenna trupulleikarnar við skúlatilboðnum og starvsfólkatrotinum, so mugu vit gera okkurt, sum rættar upp á støðuna.
Tá fakfelagið gremur seg um, at politikarar ikki banka uppá teirra dyr í samband við teirra starvsøki, so vil eg siga, at eg hevði bankað upp á um fakfelagið arbeiddi økinum at gagni, tá meini eg eisini fyri tey gomlu.
Vit kunnu ikki órógvast av felagi, sum við øðrum áhugamálum stuðlar undir skeivari staðseting, skuggar fyri og er við til at máa støðið undan eldraøkinum í Føroyum.
--
At starvsfólkini skulu blíva partar í nýhugsanini á eldraøkinum, er eitt annað mál, sum eisini skal geva rúmd fyri lønarhækkingum og gerast ígjøgnum dugnaligt nýhugsandi fakfelagspolitiskt arbeiði og ikki afturhaldssinnaða slóð.
Hetta snýr seg ikki um persónlig viðurskifti millum meg og fakfelag – hetta snýr seg um yrkislig viðurskifti, sum eiga at vera í hásæti, starvsfólki og teim gomlu, at gagni.
At politikarar hava havt rygg sum maðkur, í hesari sakini, ger ikki støðuna á eldraøkinum betri.
Eldraøkið er alt ov týðandi øki til at verða givið upp til politiskan og fakfelagsligan skutil.
Bergun Kass
valevni fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo