Á tiltaki í Løkshøll herfyri um innræsnar plantur helt Kolbrún í Haraldsstovu upplegg um, hví tað er gott at ræðast skøruna.
Hon segði millum annað, at margfeldnið minkar av tí at innræsnar plantur taka yvir føroysku planturnar, sum hava ment seg í langa tíð.
- Tær plantur, sum hava klárað ferðina til Føroya, hava tillaga seg til serstøku náttúruna og veðurlagið við tíðini. Tað kann eisini væntast, at nýggj fræ ella plantur av sama slagi, hava sjálvdan gjørt innrás í Føroyum ígjøgnum tíðina. Okkara plantusløg hava sostatt verið avbyrgd meðan tey hava ment seg, segði Kolbrún millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo