Líkskurður hevur nú staðfest orsøkina til at 83 ára gamla Tina Turner doyði mikudagin.
Hon doyði eftir langa sjúkralegu, og sambært útlendskum miðlum hevði hon stríðst við krabbamein og veik nýru í langa tíð. Hon hevði eisini ov høgt blóðtrýst í nógv ár, og hevur sjálv skrivað um tað á sosialum miðlum.
Tina Turner var sera kend um allan heim fyri sín tónleik og seldi fleiri enn 180 milliónir plátur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo