Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

THOR Wind, eitt dótturfelag hjá P/F THOR, hevur endaliga keypt skipið Vos Shine, sum tað hevði leigað frá Hollendska reiðarínum Vroon Offshore Services BV.

Hetta er eitt fet á leiðini hjá THOR, at vera partur av at uppbyggja grønu og burðardyggu leiðina sum Japanska stjórnin hevur sett út í korti til 2050. Hettar skipið ger kjarnuboringar og aðrar kanningar á økjum har havvindmyllur skulla setast upp.

THOR Wind hevur útgjørt skipið við boritorni og aðrari útgerð til endamálið. Vos Shine, ið hevur føroyskt flagg og er heimahoyrandi í Hósvík, hevur umleið 34 fólk umborð.

Skipið, ið var bygt í 2012, er 1794 bruttotons, góðar 60 metur langt og 15 metrar breitt.

Í januar skal skipið á skipasmiðju í Suður Korea har tað skal til 10 ára klassing og kemur tá at skifta navn.

THOR er ógvuliga spent uppá hesa kós og sær stórar møguleikar í hesari vinnu. Seinasta ári, gott og væl, hevur reiðaríið havt eina royndarætlan við skipinum koyrandi fyri at meta um hetta var ein gongd leið at royna, og nú eftir einum ári, var mett at verkætlanin var so mikið búgvin at skipið skuldi keypast til endamálið. Skipið verur eftir ætlan endaliga skrásett í Føroysku skipaskránni hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo