Thetis, sum er fyritøka við nógvum árum á baki men sum av álvara gjørdist kend ímillum føroyingar flest undir farsóttini, tí hon stóð fyri einum stórum parti av tí kanningararbeiði sum varð gjørt tá, hevði fimm milliónir krónur í vinningi í fjør. Tað skal haldast upp ímóti 22,8 mió kr í 2021 sum var besta árið nakrantíð.
Orsøkin skal finnast í minni virksemi, bruttovinningurin minkaði úr 36,8 mió kr í 2021 til 11,1 mió kr í fjør.
Starvsfólkakostnaðirnir minkaðu eisini nógv - úr 8,7 mió kr í fyrraárið til 4,8 mió kr í fjør.
Thetis hevur onga rentuberandi skuld, fíggjarstøðan javnvigar við 10 mió kr og eginognin var 5 mió kr.
Dastið av vinninginum í 2021 varð goldið út sum vinningsbýti og í fjør vórðu tríggjar av teimum fimm milliónunum goldnar út til eigararnar.
Marita Debess Magnussen (myndin) er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo