Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Havnar Hornorkestur: Týsdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi. Skrúðgongan byrjar kl. 15, tá skótarnir í Havn marsjera saman við hornorkestrinum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen, síðani eftir Niels Finsensgøtu og oman til Ráðhúsið. 

Theodor Eli Dam Olsen heldur røðu
Flaggdagshaldið verður uttanfyri Ráðhúsini, og flaggdagsrøðari í ár verður Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak. 

Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941 og 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táttin uppaftur. Sostatt eru tað í ár 76 ár síðani, at Havnar Hornorkestur skipaði fyri flaggdagshaldi fyrstu ferð.

Rundur føðingardagur
Havnar Hornorkestur varð stovnað í 1903, og eru tað í ár liðin 120 ár síðan stovningardagin. Rundi dagurin varð hátíðarhildin við eini flottari konsert fyrr í vár.

Havnar Hornorkestur verður eisini vertur fyri árligu musikkstevnuni í ár. Hon verður hildin Dýra biðidag, 5. mai í Eysturskúlanum. Tískil verður høvið aftur at hoyra bæði Havnar Hornorkestur og hini horn- og harmoniorkestrini í Føroyum - øll savnað á einum stað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo