Bretska avísin The Telegraph skrivar at dreymurin hjá Liverpool um at vinna Premier League kann fáa ein dramatiskan enda um samtykt verður at steðga øllum dystum í landinum.
Avísin skrivar at av smittuvandanum so verður tjakast um at steðga øllum kappingum í tveir mánaðir, sum so merkir at fleiri dystir ikki verða leiktir.
Um so er at Premier League-sesongin verður avbrotin, so mugu leiðararnir í ensku toppdeildini í kreppusamráðingar til tess at finna eina loysn, skrivar The Telegraph.
Og avísin skrivar, at í ringasta føri kann verða avgjørt at øll 2019/2020-sesongin verður strikað, sum so merkir at Liverpool ikki vinnur gullið sum bíðað hevur verið eftir síðani 1989/1990-sesongina.
There is no guarantee Liverpool would be crowned Premier League champions if the season was curtailed by coronavirus | @ben_rumsby reportshttps://t.co/Lu7gvYcZ79
— Telegraph Football (@TeleFootball) February 28, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo