BirkBlogg: Mikudagin 17. februar innleiddi Sámal Soll klassiska filmin "The Shining" í Filmsfelagnum við hesum orðum:
Eg bleiv spurdur, um eg kundi innleiða filmin í kvøld. Eg segði ja, gamaní, lætt nokk. Hetta er verðins besti filmur, hvør sena er sum ein ekspressionistiskur málningur og hvør kamerarørsla er ein symfoni. Soleiðis, tendra!
Nei, talan er um The Shining, og tað er ikki hvør sum helst filmur. Flestu hava nokk longu sæð hann. Hann kom út í 1980. Leikstjóri er Stanley Kubrick, og Stephen King hevur skrivað skaldsøguna, sum filmurin er bygdur á. Triðja skaldsøgan hjá King. Jack Nicholson hevur høvuðsleiklutin. Nógv kenna danska heitið Ondskabens hotel. Skal filmurin hava eitt føroyskt heiti, so skjóti eg upp, at vit kalla hann “Sóttarhald í helviti.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo