Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Danski almenni geirin er millum teir størstu í Evropa. Men í mun til fólkatalið er tann føroyski nú heili 30% størri! Vit eru nú umleið 10.500 føroyingar í almennum starvi, og talið er vaksandi. Fyri 10 árum síðan var talið umleið 8.500. Ein vøkstur á samanlagt 2.000 fólk. Vøksturin liggur um 25%, bæði hjá landi og kommunum. Fólkatalið er økt við góðum 12% sama tíðarskeið. Men, harav er stórur partur útlendingar, ið neyvan fara at steðga longur enn verandi hákonjunkturur stendur við, so veruligi fólkavøksturin er helst væl niðanfyri 10%. Talið av alment løntum er sostatt vaksið 2,5 ferðir skjótari enn fólkatalið.

Í londum, ið Føroyar kunnu samanberast við, arbeiða vanliga umleið 25-30% av løntakarum hjá tí almenna. Í Føroyum er talan um 38%. Tá stóra talið av útlendingum í arbeiðsfjøldini fer at minka, enda vit helst nakað omanfyri 40%, kanska upp í móti 45%.

Meira vælferð? Ja takk, men bara um onnur betala!
Eitt so stórt tal av almennum starvsfólkum hava vanlig lond als ikki ráð til. Í einum vanligum “sjálvberandi” búskapi má almenni geirin fíggjast við skatti og avgjøldum á vanliga borgaran. Har er ongin annar at senda rokningina til. Hetta setur mark fyri, hvussu stór tann almenna nýtslan kann verða. Tað er jú soleiðis, at samlaða nýtslan er avmarkað. Ein króna meira í almennari nýtslu merkir pr. definitión eina krónu minni til privata nýtslu. Verður almenna nýtslan ov stór, verður skatturin so harður, at ov lítið verður eftir til býli, mat og klæðir hjá privata húsarhaldinum. Um Danmark hevði lutfalsliga líka nógv alment lønt sum Føroyar, so livdu flestu donsku familjur í fátækaváða vegna ov høgan skatt.

Fyri at koma upp á eitt so stórt tal av alment løntum sum okkara, so er tí ikki nóg mikið við skatti og avgjøldum á vanliga borgaran. Har mugu eisini sokallaðar “arbeiðsfríar” inntøkur til. Í okkara føri eru arbeiðsfríu inntøkurnar ríkisstuðul og gjøld á ali- og fiskivinnu. Við slíkum inntøkum ber til at lata almenna geiran vaksa uttan at taka pengar frá vanliga skattgjaldaranum (veljaranum). Tað hevur við sær, at avgerðin um, hvussu nógv alment lønt vit skulu hava verður skeiklað, og talið verður tí nógv størri enn neyðugt er.

Ósunnur vøkstur og sjálvskaptir trupulleikar
Tað er eisini júst tað, sum vit hava sæð seinastu 10 árini. Í teirri løtu, sum tilfeingisinntøkurnar komu í landskassan, tók talið av alment løntum at vaksa við fullari ferð. Ógvusligi vøksturin legði so stórt trýst á arbeiðsmarknaðin, at vit fingu hóptilflyting, bústaðarneyð, starvsfólkatrot, manglandi dagstovnapláss og trupulleikar við integratión, tí alt ov nógv komu til landið í senn. Hetta er tískil alt sjálvskaptir trupulleikar. Høvdu vit farið meira hóvliga fram, kundu vit fingið ein góðan, sunnan og varandi búskaparvøkstur.

Fígging, ja – men bara fyribils
Stóri trupulleikin er, at tilfeingisinntøkur kunnu ikki fíggja almenn starvsfólk sum frálíður. Tí tað er nú einaferð soleiðis, at almenna mánaðarlønin veksur nógv skjótari enn bæði prísurin og mongdin á laksi og uppsjóvarfiski. Tí eiga slíkar inntøkur ongantíð at fara beinleiðis til almennan rakstur. Tær eiga at fara í grunn, og síðan kann avkastið – og bara avkastið – brúkast til rakstur. T.d. hevur Noreg dugað at skipað seg so væl, at hóast nógvu oljupengarnar, so eru bara gott 30% av løntakarum alment løntir.

Hollendska sjúkan darvar vinnuni
Uppaftur verri er, at tann vinnuliga menningin verður skeiklað, tá ið slíkar inntøkur fara beinleiðis til almennan rakstur. Alivinnan og ferðavinnan eru uttan iva framtíðar høvuðsvinnurnar í Føroyum. Tær kunnu vaksa heilt nógv aftrat, og tær kunnu tí tryggja eitt vaksandi fólkatal her á klettunum. Men týðiligt er, at báðar vinnur verða darvaðar av, at tað almenna er farið við allari arbeiðsmegini í landinum. Tær mugu nú útum Evropa eftir arbeiðsmegi. Ásannast má tíverri, at alivinnan og ferðavinnan eru endaðar í somu ómøguligu kapping við tað almenna um arbeiðsmegina, sum fiskavøruídnaðurin á landi hevur verið í, líka síðan ríkisstuðulin í 1960unum av álvara tók at darva vinnuligu menningini í Føroyum. Hetta fyribrigdi er vælkent í londum, ið fáa arbeiðsfríar inntøkur, og kallast “hollendsk sjúka”. Hetta hevur við sær, at øll framleiðsla og tilvirking í landinum má minimerast, og tað einasta sum letur seg gera er at útflyta rundan fisk.

Grønlandskan búskap – men uttan danskar milliardir!
Vit standi nú í teirri støðu, at tilfeingisinntøkurnar eru uppi, og landskassin hevur aftur undirskot. Undirskot undir størsta hákonjunkturi í Føroya søgu! Tað eigur at fáa allar alarmklokkur at ringja! Men í Tinganesi siga tey bara, at undirskotið stavar frá stórum íløgum. Men, tað er ikki rætt. At umleið 10% av fíggjarlógini fara til íløgur er als ikki nógv – tað er standard. Orsøkin er heldur ikki skattalættar ella høgar veitingar. Orsøkin er tann einfalda, at talið av alment løntum er komið upp á eitt niveau, sum føroyski skattgjaldarin ongan kjans hevur at gjalda. Eitt so stórt tal av alment løntum kann, sum sagt, ikki fíggjast við vanligum skatti og avgjøldum. Ein búskapur við so nógvum alment løntum verður ongantíð “sjálvberandi”. Tað er heilt einfalt matematiskt ómøguligt.

Vit nærkast “grønlandske tilstande” i almenna geiranum, men vit hava ikki grønlendskan blokkstuðul. Landskassin hevur tí kós ímóti einum stútt vaksandi undirskoti, tí nú fara almennu lønarútreiðslurnar av álvara at renna frá tilfeingisinntøkunum. Innan fá ár verður hallið risastórt. Frá ali- og fiskivinnuni er neyvan nógv meira at heinta. At gera landskassans rakstur uppaftur meira fíggjarliga heftan at so ótryggum inntøkum, má eisini frámælast, tí støðan er fullkomiliga óforsvarlig, longu sum nú er.

Tað almenna hevur sjálvt skapt starvsfólkatrotið
Hóast landsstýrið nú hevur sitið í næstan eitt ár, er tað framvegis ikki gingið upp fyri teimum, at undanfarna samgonga hevur tømt landskassan. Hóast vit longu hava alt ov nógv almenn starvsfólk, so síggja tey tað sum sína fyrstu og fremstu uppgávu at útvega enn fleiri. Við fullkomiliga óhoyrdum átøkum sum lønarlyft og styttri arbeiðsviku – átøk, ið stríða móti øllum búskaparfrøðiligum viti og skili – skulu nú uppaftur fleiri fáast yvir í almenna geiran. Úrslitið av hesum átøkum er – ikki óvæntað – at nú hevur landsstýrið mist tamarhaldið á almenna lønarvøkstrinum.

At tað mangla starvsfólk í einum búskapi, sum fær arbeiðsfríar inntøkur, er vælkent. Tað hendir altíð. Tað er beint eftir búskaparfrøðiligu lærubókini. Grønland hevur nógv fleiri almenn starvsfólk enn vit – har er kroniskur starvsfólkamangul. Tað finnast oljulond, ið hava eitt alment starvsfólkatal, sum er fleiri ferðir størri enn íbúgvatalið – tey mangla fólk!

Høvuðsorsøkin til stóra starvsfólkatrotið í Føroyum er sostatt bara tann, at tað almenna hevur sett alt ov nógv fólk. Tað er ikki ein trupulleiki, sum kann loysast við, at tað almenna setur enn fleiri – heldur tvørturímóti!

Vitleysur búskaparpolitikkur
Vit standa nú við einum landsstýri, sum hóast vaksandi undirskot á fíggjarlógini, í ramasta álvara arbeiðir við at útvega enn fleiri almenn starvsfólk, lækka skattin, stytta arbeiðsvikuna, lyfta almennu lønina og skerja ríkisveitingina! Endamálið siga tey, er at “tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið”.

Den, guderne vil tilintetgøre, gør de først vanvittig. Euripides (480 f.Kr.-406 f.Kr.).

Hans Kári Vang,
Búskaparfrøðingur
(og alment løntur)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo