Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tíðindi bórust um, at Ísrael bumbaði eina av heimsins elstu kristnu kirkjunum í heiminum í Gaza, og fleiri lótu lív, og onnur særd sum høvdu leitað sær til hesa kirkjuna, kom eg at hugsa um, hvat tey kristnu í Palestina hava verið fyri, síðan Ísrael var sett á stovn.

Niðanfyri er leysliga umsett brot úr samrøðu við Munther Isaac.

Munther er kristin palestini, føddur og uppvaksin í útjaðaranum av Bethelem. Hansara forfedrar eru kristin og frá økinum, so langt hann veit aftur.

Munther er teologur og virkar sum prestur í luthersku kirkjuni í Bethlehem. Munther Isaac hevur viðgjørt viðkomandi spurningar um kristnu religiónina og søguliga Palestina í Phd ritgerð: A Biblical Theology of the Promised Land, Oxford Centre for Mission Studies, Oxford, England. (Bíbilsk teologi lovaða landsins).

Munther Isaac greiðir soleiðis frá við kanalina: Multi-faith matters.

----- Eg haldi ómenniskjaliggeringin byrjar við, at fólk tosa um okkara land, sum um tað var tómt.
Um tú eisini hugsar um málbrúkið - sum er vanligt í flestu evangelisku kirkjunum - at jødar venda heim aftur til sítt land .. Hugsa um tað eina løtu, og hvat hettar merkir fyri meg sum ein palestini. Tí tað setur meg beinanvegin í ta støðuna, sum um tað var eg, íð tók landið hjá onkrum øðrum, bara við at vera føddur her, somuleiðis sum mínir forfedrar eisini vóru føddir her.

Nógvar teologiskar bøkur og teologiskar konferansur fagna stovnsetanini av Ísrael sum eitt tekin um Guð´s trúskap til tað jødiska fólkið, men samstundis síggja hesi burtur frá, at vit eru her, og hvat tað merkir fyri okkum. Tí tá íð Ísrael í 1948 var stovnað, mátti okkurt víkja. Tað vóru palestinar. Vit mistu okkara land, vit bókstavliga mistu okkara heim, og meir enn 500 bygdir vórðu oyðilagdar. Hettar skapti ein stóran flóttafólkatrupulleika. Uml. 700.000 – 800.000 palestinar blivu flóttafólk, millum teirra nógv kristin. Hettar var tað, vit fóru ígjøgnum, men eingin tosar um hettar, og hettar verður fagnað, tí hesi síggja bara ta einu síðuna.

So ómenniskjaliggeringin byrjar við fyristillingini um eitt tómt land.

Eitt land uttan fólk. Men fólk vóru altso í landinum, men hesi fólk høvdu ongan týdning í (zionistiska) politikkinum og teirra ætlanum. Og tað er har alt byrjar. Men hettar heldur fram eisini enn í dag, við at okkara veruleiki verður ignoreraður.

Eg eri 42 ár, og alt mítt lív havi eg livað undir eini ísraelskari herseting. Einari herseting, sum fylgir við øllum viðurskiftum í mínum lívi: Hvar eg kann búgva. Um eg havi møguleika at umganga míni skyldfólk ella ikki. Eg havi mostrar og onnur skyldfólk, sum búgva í øðrum arabiskum londum, sum ikki hava møguleika at vitja okkum. Tað er ein herseting, sum kontrollerar atkomumøguleikan hjá okkum til aðrar av okkara egnu býum. Eg má gjøgnum trygdarportur, um eg skal vitja mína verfamilju, ella um eg skal til onkran annan palestinskan bý. Hersetingin umsitur okkara eyðmerkiskort, lufthavnina, osfrv. Vit kunnu ikki bora eftir vatni í okkara landi. Meir enn 75% av landinum er lýst sum c-øki. Tað er eitt øki, har vit sum palestinar ikki kunnu byggja á. Tað er nógv størsti partur av vestara áarbakka, sum er bara 22% av søguliga Palestina, sum nú eitur Palestina og Ísrael. So vit eru avmarkaði í okkara rørslum, og avmarkaði hvar vit kunnu byggja.

Her er ein múrur, sum kvalir lív okkara og umringar býir okkara. Trygdargeirar, og eyðmýkingar við hesar trygdargeirar. Onkuntíð verða fólk dripin við trygdargeirarnar. Hettar er partur av okkara dagliga veruleika.

Men hettar verður sjáldan umtalað. Og áhugin hjá teimum kristnu, ella teimum stóru tíðindastovnunum (í vesturheiminum) – og tað er ikki, tí tey ikki tosa um støðuna her, tí Ísrael er allatíðina í tíðundunum – men tey eggja til at stuðla jødar og at stuðla Ísrael í tíðindunum, men tað verður lítið tosað um mannarættindini – Guð givin mannaarættindi - hjá palestinum.

Eg sigi ofta við mínar evangelisku vinir: ”Um tú trýr, at Guð gav landið til tað jødiska fólkið, og um hettar er tín sannføring, so biði eg Guð´s signing yvir teg, men hvat skal eg so gera? Sum ein palestini sum býr í hesum landinum, skal eg rýma? Skal eg finna meg í at vera her sum ein annanfloks borgari í mínum heimlandi, soleiðis sum t.d fólkini í Nazaret? Ella skal eg finna meg í at liva undir einari herseting, sum heldur eyguni við mær? Aksepterar tú ómenniskjaliggeringina, tey fremja móti okkum dagliga?”

Og eitt stig afturat á leiðini á ómenniskjaliggeringini er, tá vit verða demoniseraði. Tá vit vera kallað yvirgangsfólk og kallaði eitt og annað, bert tí vit vilja liva virðiliga í okkara egna landi. Bara tí vit mótmæla politikkinum hjá statinum Ísrael, sum tvingar hesa stýrisskipan niður yvir okkum. Vit vera kallaði yvirgangsfólk, tey óndu, antisemittar, osfrv. At kalla fólk hesi ting er ein máti at teppa fólk og at drepa allar samtalur. Vit hava verið gjøgnum alt hettar. Og um tú hevur lisið bókina (hinumegin múrin, sí niðanfyri), so sær tú, at eisini kirkjur hava vit verið gjøgnum alt hettar. Eisini sum kristnir leiðarar (hava vit verið gjøgnum hettar). Ofta vera innbjóðingar avlýstar, tá vit skulu luttaka í kristnum samkomum, vegna trýst at tiga okkum burtur, bara tí vit eru palestinar. Hettar er partur av veruleikanum, vit eru í, bara tí vit eru palestinar. -----

Munther Isaac hevur skrivað hesa sera viðkomandi bók við heitinum: The Other side of the Wall. A Palestinian Christian Narrative of Lament and Hope

Hinmegin múrin. Ein palestinensisk, kristin frásøgn, um harmaljóð og vón.

https://www.ivpress.com/the-other-side-of-the-wall

Petur Martin Johannesen
20 Okt 2023, Klaksvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo