Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Samstarvið millum almennu filmstovnarnar í Norðurlondum, sum fyrr hevur verið kallað Scandinavian Films, verður nú kallað The Five Nordics.

Navnið sipar til londini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.

Tað skrivar altjóða filmstíðarritið, Screen Daily, undan filmstevnuni, sum verður í Cannes 14.-25. mai.

Tíðarritið upplýsur, at norðurlendsku filmarnir í Cannes í ár eru The Girl With The Needle (Magnus von Horn) og The Apprentice (Ali Abbasi), sum báðir eru í høvuðskappingini um Gyltu Pálmarnar.

Hinir norðurlendsku filmarnir eru Armand (Halfdan Ullmann Tondel) og When The Light Breaks (Rúnar Rúnarsson), sum báðir eru í kappingini Un Certain Regard.

Meðan Oscar kappingin er hin peningaliga kendasta, eru ummælarar, ið siga, at filmstevnan í Cannes er fakliga áhugaverdari, og tí eigur at verða kallað heimsmeistarakappingin í filmi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo