Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú er greitt, at tónleikafestivalurin, sum upprunaliga skuldi vera við Leitisvatn, verður í Norðadali dagarnar 2. til 4. juli.

- Øll loyvir og samskipan við mynduleikar er upp á pláss og alt gongur upp á stás, sigur ein ovurfegin Bjørk Sjóðklett, sum er ein av fyriskiparunum.

Upprunaliga var ætlanin, at festivalurin skuldi vera við Leitisvatn í Vága Kommunu, men so fekk kommunan aðrar tankar, saðlaði um og trekti loyvið aftur frá fyrireikarunum. Hetta elvdi til nógv órógv fyri fyrireikararnar, og tað gjørdi ikki støðuna betur, tá KVF misskilti støðuna, sum fyrireikararnir málbera seg, og boðaði frá í tíðindunum, at festivalurin varð avlýstur.

- Men so er als ikki – tí festivaurin verður nú í vakra umhvørvinum í Norðadali í staðin. Har er enn vakrari, meira avsíðis og tættari við Havnina.

- Vit eru sera takksom fyri, at mynduleikarnir í Tórshavn hava hjálpt okkum við at flyta festivalin innanfyri so stutta tíð, sigur Bjørk Sjóðklett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo