Norski stórskorarin Erling Braut Haaland er ikki við Manchester City-liðnum til dystin í dag móti Luton í Premier League á Kenilworth Road.
Tað skrivar The Athletic.
Avísin sigur einki um, hví Haaland ikki er við. Norðmaðurin hevur annars byrjað allar dystirnar higartil í sesongini, skirvar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo