Til fyri fáum vikum síðani vóru Stuart og Adrian Baker lukkuliga gift - og sunn og røsk.
Sunnudagin doyðu bæði av covid-19 relateraðum trupulleikum og vóru 6 minuttir millum tey, sigur sonurin, sum nú kemur við eini áheitan.
Parið var gift í 51 ár og nutu tey sítt otium í Boynton Beach í Florida. Líka til miðskeiðis í mars, tá ið tey fóru at kenna seg eitt sindur sjúk.
In loving memory of my mom and dad- please make the tough and right choice and help stop the spreading of this virus. pic.twitter.com/FqVEWjdscq
— Buddy Baker (@ESG_Baker) March 31, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo