Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bara í ár eru 32 norskir milliardingar fluttir uttanlands - undan vaksandi skattatrýstinum í Noregi.

Millum tey sum eru flutt í ár er Reitan familian, sum eigur Rema 1000 handlarnar, sum eisini eru í Føroyum. Tey eru flutt til Sveits.

Ein annar er ríkmaðurin Kjell Inge Røkke sum eigur fyritøkuna Aker, og sum okkurt skifti eisini hevur havt áhugamál í Føroyum.

Miðilin E24 skrivar, at í fleiri førum upplýsa fólkini beinleiðis, at tey kenna seg noydd at flyta tí skattareglurnar í Noregi gera lívið ólagaligt fyri tey.

Ein teirra, Jens Rugseth, sigur, at fyri at gjalda skattin noyðist hann at læna pengar, taka vinningsbýti úr fyritøkunum ella selja partabrøv.

28 av teimum 32 ríkmonnunum sum eru fluttir eru farnir til Sveits, hinir til Kanada, USA, Italia ella Kýpros.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo