Áheitan til løgmann!
Nú hevur verkfallið staðið á í 5 vikur og her er einki hent. Tað er ikki bert teir útbúðnu sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið stúra, men vit eru nógvar lesandi, um ikki allar, ið eru óttafullar yvir, hvat framtíð okkara, sum sjúkrarøktarfrøðingar, hevur at bjóða.
Vit stúra fyri tí stóru arbeiðsbyrðuni sum liggur fyri framman, tí alsamt fleiri gerast gomul og sjúk, og alsamt færri velja hesa yrkisleið. Vit sita eftir við einari tómari kenslu og seta spurningar, so sum “er hetta nakað, vit vilja bjóða okkum sjálvum?”.
Vit hava sæð nógv skriv, um hvat ein sjúkrarøktarfrøðingur ger, og hvussu týdningarmikið tað er, at tað eru nóg nógvir av teimum. Løgmaður heldur ikki, at tað er í lagið, at hera verkfallið, tí hetta setur lív í vága.
Hvat so um nøkur ár? Tá fleiri og fleiri ikki velja hesa yrkisleið og ikki ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar?
Vit hava sæð trýstið, tey eru undir í Danmark. Er hetta tað vit vilja bjóða sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum? Og vilja vit bjóða sjúklingunum hetta?
Góðu tit; Vit, sum lesa, eru tykkara framtíð. Tryggið framtíðina hjá tykkum og tykkara!
Vit krevja virðing og frían samráðingarrætt!!
Vinarliga óttafull lesandi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo