Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mamma kom, sum aðrar ungar gentur úr Hvalba, blaðung upp á Tvøroyri at arbeiða í handli. Har møtti hon unglinginum, sum vann hennara hjartað. Tey giftust 19. februar í 1949, og hava sostatt verið gift í sjeyti ár komandi týsdag h. 19. februar.

Mammma  varð fødd og vaks upp í Garðsenni í Hvalba, dóttur Magdalenu og Jenis. Um pápan, Jenis hjá Drikku, lesa okur í siglingarsøguni, hvussu hann, tá tað breyt í bæði borð millum danir og føroyingar, hvassoygdur vísti hástórum donskum officerum, sum vóru próvdómarar á skiparaskúlanum, rætta pláss teirra. 

Pabba sleit barnaskógvar sínar uppi á Rananum í Trongisvági, var sonur Petru og Petur Karl. Petur Karl, sum starvaðist sum smiður, m.a. í kolavinnuni í Rangabotni, tók tungu tøkini saman við teimum, sum stillaðu seg undir lið teirra minni mentu. Sum íðin javnaðarmaður var hann við til at lyfta samfelagið á eitt trygt og virðiligt støði, bæði sosialt og vinnuliga. 

Heima stríddust mammurnar báðar, Magdalena í Hvalba og Petra í Trongisvági, trúfastar og fullar av kærleika. Tær aldu upp stóru barnaflokkarnar, 7 í Hvalba og 10 á Rananum.

Barnaheimið inni á Heiðum
Vit vóru fýra systkin, sum fingu tann forrætt at vaksa upp inni á Heiðum í Trongisvági í heimsins vakrasta umhvørvi og tryggasta heimi. Fimta systkin okra, ein vælskaptur beiggi, varð tíverri skaddur undir føðing og livdi bert fáar løtur. 

Minnini frá barnaárunum boða frá umsorgan, tryggleika og kærleika. Mamma varð akkerið heima, grundfest, arbeiðssom, umhugsin og trúføst. Hann stríddist, frá morgni árla og mangan til langt út á nætur, fyri at tryggja henni og okum tað úrkomu, sum var neyðug fyri at megna krøv lívsins. Og tey krøvini vóru mangan størri, enn okur megna at ímynda okum í dag.

Lat okum dvølja við ein vanligan dag mitt í seksti- og sjeytiárunum. Bæði tíðliga á fótum, klokkan neyvan farin nógv av seks. Upp at ambæta neytum og seyði, síðani mjólka, tí partar av mjólkini skuldi hann hava við sær, antin í Rangabotn, har hann og felagar hansara tókust við at høgga svarta gullið úr fjøllunum, ella til teir, sum fyrst í seksti árunum bygdu bergholið til Hvalbiar, har hann koyrdi gravkúgv. Heima aftur kl. fimm, har mamma trúføst borðreiddi døgurðan og hevði klæði klár, tí kl. gott sjey, alla vetrarhálvuna, kom hýruvognur eftir honum, at koyra hann út á Tvøroyri, har hann, saman við mætum monnum sum Otto Gram, Poul Øster o.ø, álíknaði skatt. Men áðrenn tað høvdu bæði neyt og seyður fingið ta røkt, teimum tørvaði.

Tá hann, móður og troyttur, kom at húsum út móti kl. 11 á kvøldi, fann hann, meira vanligt enn ikki, onkran okra sita bíðandi eftir hjálp við einum stíli ella kanska einum roknistykki, sum okur ikki sjálvi megnaðu. Og ongantíð fóru okur vónbrotin til songar.

Leggjast skal afturat, at hetta var áðrenn leygardagurin gjørdist frídagur.

Trúgvin á Frelsaran
Longu sum smádrongur gjørdust Jesus og pápi vinir. Svenskir trúboðarar vóru komnir á Tvøroyri at boða gleðiboðini, teir búðu í "Svalbardi", ið er býlingur beint niðanfyri Ranan. Hagar gekk pabba sum smádrongur, lærdi søgur og sangir um Frelsaran og opnaði hjartað sítt fyri Honum. Hetta, saman við at hann blaðungur varð álvarsliga smittaður við tuberklum, á veg suður við Smyrli, úr Traðardali á Sandi, har hann gekk á landbúnaðarskúla, gjørdi, at trúgvin á Jesus gjørdist hornasteinur í lívi hansara- og broytti barnaheimið á Rananum

Trúgv foreldranna eyðkendi dag okra. Himmalski Faðirin var álitið, og tey lærdu okum at elska hann. Sunnudagarnir, frá morgni til myrkurs, vóru vígdir tí andaliga og samkomuni. Fyrst á morgunmøti, síðani í sunnudagsskúla, á kvøldmøti og ofta vóru samkomur í heimunum seinni sunnukvøld, umframt onnur møtir mitt í vikuni. Ei undur í at vit komu at elska Frelsaran frá barni av, og at lívið saman við Honum gjørdist besta ogn okkara.

Mamma í sunnudagsskúla og á vitjan í Hollandi
Mamma var í mong ár virkin í sunnudagskúlanum. Øll barnaárini tók hon okum við, sang fyri og segði børnunum frá um Frelsaran. Saman við samstarvsfeløgum sínum, Teddy Michelsen, Magnus Debes, Nancy Werning, Óla Midjord o.ø., skapti hon eina fríløtu sunnudagar, hagar børn úr øllum umhvørvum á Tvøroyri leitaðu- og við gleði minnast aftur á, enn í dag.

Ein søga er um umsorgan hennara fyri øðrum, sum førdi hana á vitjan úr Trongisvági heilt til Holland. Ein dagin, tað regnaði av grimd, kom ein sokallað "krabbagogga" spákandi vestur eftir vegnum, á veg móti Hvalba. Okur brøðir, ið vóru staddir í fjósinum, tóku synd í honum, og bjóðaðu honum inn. Seinni kom hann heim við okum, har mamma bjóðaði honum innivist. Úrslitið gjørdist, at hálendingurin Jos Kox gjørdist vinur okra. Hann kom heimaftur til Føroyar at vera eina tíð, og gott seksti ára gomul fóru hon og vinkonur til Hollands at vitja Jos. Ein minniligur túrur, sum eisini hevði annað sera gott við sær, sum tó ikki verður nærri útgreinað í hesum sambandi.

Kærleiki og hjartalag teirra vísti seg eisini meira enn einaferð, tá tey tóku børn, hvørs foreldur vóru rakt av sjúku, heim til okum at búgva.

Árið í Vági og bergtakandi náttúran
Í sambandi við arbeiðið hjá pabba við gravkúnni fluttu okur, í eitt ár, til Vágs. Tað tíðarskeiðið arbeiddi pabba nógv sunnanfyri, m.a. í sambandi við at elverkið í Botni varð bygt út, og tunnlar vórðu gjørdir úr Hovsvøtnum til turbinurnar í Botni. Okur trivust væl í Vági, hava nógv góð minnir frá skúla og samkomuni har- og búðu sum greivar heima hjá Hannu Horn.

Men okur fluttu aftur til Trongisvágs, fjøllini, fenaðurin og barnaheimið inni á Heiðum drógu.

Júst fjøllini, líðirnar, skorðar og gil fyltu dag okra, serliga brøðranna. Túrarnir á fjall, at leita eftir burtfarnum seyðum, at hegna v.m., vaktu als okra til bergtakandi náttúruna. Teir gjørdu, at Galvurin í Suðri, Trongisvágsbotnur við sínum vøkru, grønu rókum, Skorðarnar í norði (sum pabba seinastu ferð vitjaði 90 ára gamal) og røkurnar undir Soyði, gjørdust okum kær. Hesi sjáldsama vøkru, men fyri flestu ókunnugu pláss, gjørdust støð, sum enn í dag fáa kenslur frá tryggu barnaárunum at vakna í okum.

Politiska sáðið
Politiska sáðið, ið sátt var í barnaárunum, setti sín dám á pabba og harvið  barnaheim og barnaár okra. Hann var sum nevnt virkin í líkningarnevndini í mong ár, og var virkin í- og formaður fyri mætu felagsskapunum Fylking og Froðbiar sóknar javnaðarfelag í mong ár. Hann varð í 1976 fyrstu ferð valdur i býráðið, í 1984 varð hann valdur til borgarstjóra, eitt starv hann røkti í 8 ár. Byráðssessin røkti hann til hann var 75 ár, í 2000.

Spyr tú um politisku hugsjón hansara, so kann hon sigast við einum orði: sosialur. Ávirkanin frá pápanum, vinalagið við mætu javnaðarhøvdingarnar (Petur Mohr Dam var ikki sjáldsamur gestur á Rananum og í barnaheimi okkara), alt hetta setti síni spor og myndaðu eina hugsjón, har viðurskifti teirra "á niðastu rókum" altíð vóru og eru honum fremst í huga.

Takksemi fyri alt, tey góvu okum
Í dag er mamma níti, pabba nítitrý. Árini hava sett síni náttúrligu merki, men tey eru frammi hvønn dag. Hon á ellisheiminum, har hon koyrir runt i koyristóli sínum, meðan hann seinasta árið hevur skift ímillum at vera heima, á sjúkrahúsinum, á ellisheiminum og so aftur heima.

Okur hava stóra forrættin at hava tey okra millum enn. Nær, og um tey flyta heim í ævigu bústaðir okra og teirra áðrenn okur, veit jú eingin. Men okur 16 eftirkomarar teirra eru takksom fyri, at okum untist at fáa tey sum foreldur! Stórst er tó takksemi fyri forrættin Harrin gav okum, at  fáa foreldur, sum lærdu okum at elska Frelsaran.

Varna, Bjørg, Jenis og Petur Karl v. familjum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo