Ein grein í útlendskum miðli, har ein frá Sea Shepherd úttalar seg, lýsir væl háttin hesi fólkini hugsa.
Eitt umboðsfólk frá felagsskapinum var hjá, tá ein grind í Suðuroynni varð hildin til fyrr í vikuni, og viðkomandi hevur verið og filmað tá rovini vórðu koyrd á sjógv.
- Hetta minti mest um okkurt frá einum ræðufilmi. Hvalirnir verða riknir inn ímeðan teir enn eru á lívi, og síðani avlívaðir ein og ein. Hví fara hesi fólkini ikki bara í handilin, og keypa sær okkurt har, verður spurt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo