Bæði ríkmaðurin Charles Henry Warren, konan og tey trý børnini høvdu heimagjørdu ísdessertina hjá kokkinum Mary Mallon til lívrætt. Tey ótu dessertina næstan hvønn dag í marglætishúsinum har tey búðu, á Long Island nærhendis New York.
Men fríggjadagin 27. august 1906 var tó ongin sum hevði hug til dessert. Tey høvdu fingið nakað annað at hugsa um:
Fyrst bleiv yngsa dóttirin í familjuni sjúk, hon hevði nógvan fepur, ilt í høvdinum og leysan maga. Læknin staðfesti skjótt, at hon varð smittað við illa smittandi tyfus, sum kemur av salmonellabakterium. Og skjótt vóru øll í familjuni sjúk.
Øll familjan hjá Charles Henry Warren kom tó undan við lívinum. Men hóast lekidómur í dag finst, so er tyfus ímillum okkum enn. WHO metir, at yvir 20 milliónir verða rakt árliga og eini 600.000 doyggja.
Av tí at tyfus smittar so illa, so er tað alfa og omega at royna at finna fram til smittukelduna - tað vil siga tann fyrsta persónin sum er vorðin sjúkur. Tí har er lykilin. Tað er hetta sum myndugleikarnir í Kina framvegis royna í samband við aktuellu korona smittuna.
Men aftur til familjuna á Long Island.
Tyfus byrjar oftani har sum reinførið er vánaligt, tað vistu tey eisini tá. Men júst tí gav tað onga meining, at ein rík familja sum búði har sum betra slagið annars helt til skuldi verða rakt av sjúkuni. Tað stóð Charles Henry Warren greitt, at um ikki orsøkin til smittuna varð funnin, so kundi tað hava álvarsligar avleiðingar fyri hansara góða navn og umdømi, eins og at húsini fóru at blíva virðisleys.
Við hjálp frá serkønum fólki eydnast teimum at finna smittukelduna: Kokkurin, Mary Mallon, sum í 1883 var migrerað frá fátæku bygdini Cookstown í Norðurírlandi.
Hon hevði arbeitt fyri fleiri ríkmannafamiljur og ein tráður tyktist fylgja henni: Allastaðni, har hon hevði verið, blivu fólk sjúk.
Mary vildi í fyrstuni ikki lata seg kanna. Men tá tað til endans lukkaðist at fáa royndir av blóði og skarni frá henni bleiv staðfest, at hon bar smittuna, hóast hon ongantíð sjálv hevði verið álvarsliga sjúk.
Mary bleiv stemplað fyri lívið.
Miðlarnir kallaðu hana Tyfus Mary. Hon varð sett í sóttarhald í eini lítlari smáttu, og hóast hon einaferð slapp út aftur, breyt hon lyftið um ongantíð aftur at arbeiða sum kokkur og doyði tískil í sóttarhaldinum aftaná 26 ár, tá var hon 69 ára gomul.
Men tað var greitt, at hon hevði smittað minst 50 fólk við tyfus og minst fimm teirra vóru deyð. Og hon verður í dag søgd at vera fyrsta dømi um at funnið er fram til "Patient Zero" - fyrsti sjúklingurin í eini sjúku sum seinni rakar nógv fólk.
(kelda: Jyllandsposturin)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo