Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit frá neyðhjálparfelagssakapinum Eysturhjálp, hava gjørt eitt stórt arbeiði við at hjálpa til í kreppuni í Ukraina

Okkara hjartamál er at hjálpa har neyðin er størst. Fyrst var tað flóttar úr Ukraina sum flýddu til Moldova. Har hjálptu vit við madrassum, mati, pengum og aðrari neyðsynjarvørum.

Enn koma flóttar tann vegin, tó munandi færri.

Higartil hava vit sent um 170 kubikk av neyðhjálp, umframt fitt av peningi.

Teir síðstu dagarnar hava vit hjálpt til inni í sjálvum Ukraina, har suðri í landinum.

Við hjálp frá okkara góðu vinum í Moldova, sum váða lív fyri at hjálpa til inni í Ukraina so vóru tey nú m.a. í Odessa.

Við sær høvdu tey hálvt annað tons av neyðhjálp frá okkum sum bleiv býtt út í Odessa men har ein partur skal víðari til sundurbumbaða býin Mykoloyiv.

Frá Føroyum fingu vit m.a. tveir plattar av haldførari mjólk frá Mólkavirkinum og sum nú verur deilt út í Odessa og Mykoliyiv.

Eisini hava tey við, frá okkum, kontantar pengar so tey sjálvi kunnu keypa medisin, mat og annað átrokandi. Orsøkin er tann at bankakervið er óvirkið og nær um ómøguligt at fáa kontantan pening.

Alt arbeiði verður gjørt gjøgnum kirkjurnar á staðnum.

Jú vit gera mun, har vit eru.

Pengar til at keypa við har eysturi eru eitt sera týðandi amboð í hesum døgum, har kann tú vera við at stuðla á konto 9865 9931400.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo