33 ára gamli argentinski framherjin Carlos Tevez vendir nú aftur til fyrrverandi felagið hjá sær, Boca Juniors, eftir eitt ár í kinesiska Shanghai Shenua, har hann var heimsins best lønti fótbóltsleikari við einari vikuløn á 5,4 milliónir krónur.
Hetta vita fleiri útlendskir miðlar at siga í dag.
Fyriuttan lønina var tíðarskeiðið hjá Tevez í kinesiskum fótbólti ikki nakað serliga væl eydnað. Hann náddi bert at leika 20 dystir og at skjóta fýra mál fyri Shenua, og høvdust fólk á staðnum at honum fyri ikki at vera í nóg góðum formi.
Tevez hevur í sínum lagi rætt peikifingurin ímóti kinesiskum fótbólti, sum hann ikki heldur er nær námind støðinum á fótbóltinum í Evropa.
Hetta er triðju ferð, at Tevez fer at umboða Boca Juniors. Fyrstu ferð var í tíðarskeiðnum 2001-05, meðan aðru ferð var í tíðarskeiðnum 2015-17.
Tevez hevur áður spælt við West Ham United, Manchester United, Manchester City og Juventus.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo