Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Terji Nielsen við próvnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Terji Nielsen við próvnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Terji Nielsen við próvnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Hetta hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð. Korona órógvaði eitt sindur fyrstu tíðina, men sum heild hevur gingist væl. Nú er prógvið so umsíðir komið í hús, og tað er ein góð kensla, sigur Terji Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Sum liður í at menna trygdina í samband við landsdystir og onnur tiltøk, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, varð Terji Nielsen á sumri í 2019 settur í starv sum trygdarovasti hjá FSF.

Í februar í 2020 fór Terji Nielsen undir útbugving, og í farna mánað stóð Terji seinastu próvtøkuna, og kann nú kalla seg “Trygdarovasti A+”, sum er tann hægsta av sínum slag í Norðurlondum.

Á útbúgvingini verður serligur dentur lagdur á dystaravgreiðslu, handfaring av mannamúgvum, Anti-terror, “Good Hosting”, fjepparamentanir og tilbúgvingarætlanir.

Í donsku Superliguni er krav, at trygdarovastin á stadion hevur hesa útbúgving, og harafturat verða fólk við hesi útbúgving eisini brúkt til festivalar og konsertir, Copenhagen Marathon, EM-endaspælið, sum var í fjør, umframt onnur stór tiltøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo