FSF: Eftir at hava spælt javnleik 1-1 móti Norðurmakedónia farna hósdag, skuldi føroyska U21-landsliðið seinnapartin týsdagin royna seg á útivølli móti Ukraina.
Heimamenninir sótu á tí mesta, men tað var ikki uttan hjálp, at sigurin bleiv verandi í Ukraina. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin kom einasta málið í dystinum, og bleiv tað skrásett sum sjálvmál.
Tveir aðrir dystir í bólkinum vóru eisini spældir týsdagin. Í Armenia vann Norðurmakedónia 2-1, og í Serbia vunnu fransmenn 3-0. Frakland er fremst við 10 stigum, Ukraina hevur 9 stig, Føroyar og Norðurmakedónia hava 5 stig í part, á fimta plássi er Serbia við 4 stigum, og aftast er Armenia við trimum stigum.
Føroyska U21-landsliðið skal á vøllin aftur fríggjadagin 12. november, tá útidysturin móti Serbia er á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo