Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fegnar føroyskar kvinnur, meðan lagið á teimum montenegrisku var minni gott, eftir at Føroyar høvdu vunnið 2-1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fegnar føroyskar kvinnur, meðan lagið á teimum montenegrisku var minni gott, eftir at Føroyar høvdu vunnið 2-1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fegnar føroyskar kvinnur, meðan lagið á teimum montenegrisku var minni gott, eftir at Føroyar høvdu vunnið 2-1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Eftir at hava tapt tríggjar dystir á rað innan lutfalsliga stutta tíð fyri Montenegro, eydnaðist tað umsíðir at venda gongdini. Hesaferð vóru tað tær føroysku kvinnurnar, ið fóru av vøllinum við sigrinum og øllum stigunum. Og hóast tað “bara” stóð 2-1 á máltalvuni, tá norski dómarin floytaði av, so var talan um ein uppibornan sigur til Føroyar.

Tá 18 minuttir vóru spældir gjørdist støðan 1-0. Heidi Sevdal kom at standa væl fyri beint við brotsteigarmarkið, og við einum framúr langskoti sendi hon bóltin upp í horni, og so vóru Føroyar á odda.

Henda støðan helt sær í tríggjar minuttir, so var aftur javnleikur. Men okkara vildu tað øðrvísi, og tá ein stórur hálvur tími var spældur var tað Jensa Tórolvsdóttir, ið royndi seg úr eini 25-30 metrum, og aftur hesaferð sat bólturin dygst undir tvørtrænum.

2-1 til Føroyar, og stór frøi á spælarum, venjarum og teimum umleið 300 áskoðarunum, ið sótu undir sólini á Tórsvølli hetta góðveðurskvøldið.

Montenegro royndi at leggja trýst á føroyska liðið, men allar sum ein runnu og kempaðu, samstundis sum Valborg Østerø í málinum stóð ein branddyst.

Næsta avbjóðing hjá føroysku kvinnunum, ið eisini er tann síðsta í hesari undankappingini, verður týsdagin, tá Andorra tekur ímóti á Andorra La Vella stadion í Andorra.

Í hinum dystinum í bólkinum, ið eisini varð spældur í dag, vann Grikkaland 6-0 á Andorra. Úrslitini í fimta umfari hava við sær, at Grikkaland nú er einsamalt á odda við 13 stigum, nummar 2 er Montenegro við 10 stigum, Føroyar eru nummar 3 við 6 stigum, og aftast er Andorra við ongum stigi.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo