Temadagur var í Vágum mikudagin um verkætlanina ”Demensvinarligar Vágar” fyri lokal politikarar og Eldrafelagið í Vágum.
Í Demensætlanini frá 2015, varð viðmælt at leggja vitunardepilin og Landsdemenssamskipanina undir Demensklinikkina og í hesum sambandi vóru 2 landsdemenssamskipara settir. Vágar valdar sum pilotverkætlan og frá 2017 hava Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum koyrt eina verkætlan fyri at kanna, hvørji tiltøk skulu setast í verk samsvarandi demensætlanini.
Verkætlanin skuldi finna fram til ein leist, fyri at fáa demensvinarligt samfelag, har endamálið var at skipa og orða eina demensætlan fyri Vágar og finna ein leist, sum eisini kann brúkast í øðrum kommunum.
Tórmóður Stórá leiðandi psyk., demensklinikkin og Halldis Joensen, leiðari í Heimatænastuni í Vágum høvdu hvørt sítt upplegg um demensætlanina og tilgongdina. Maria Skaalum Petersen granskari hevði eisini eitt upplegg, har hon vísti á kanningar bæði í Føroyum og útlondum.
Annars høvdu Lis Hansen landsdemenssamskipari, Arnleyg Haraldsen og Majbrith Reyskor kommununal demenssamskiparar, deildarleiðarnir og onnur starvsfólk eisini upplegg um teirra arbeiði í verkætlanini.
Eyðdis Hartmann Niclasen og Aime Jacobsen borgarstjórar fyri Vága- og Sørvágs Kommunu saman við Stýrinum tóku orðið og fegnaðust um ta góðu tilgongdina fyri Vágar. Lokal politikkarar og Eldrafelagið í Vágum hava verið og eru sera aktiv í tilgongdini, at lyfta eldraøkið og at fáa Vágar demensvinarligar.
Endaliga eftirmetingin av verkætlanini verður væntandi løgd fram fyri lands- og kommunal politikkarum síðst í maj tá verkætlanin endar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo