Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

Í juli 2016 lá ein mynd í mailboksini hjá Jettu og Hans Dánial, at burðarmamman var vorðin við barn.

Beint eftir, at burðarmamman hevði átt tviburðarnar tóku Jetta og Hans Dánial yvir og blivu foreldur á einum sjúkrahúsi í Kiev.

Hans Dánial var skrivaður sum pápi at børnunum, men eftir danskari lóg bar ikki til at skriva Jettu sum móður.

Í juli 2016 lá ein mynd í mailboksini hjá Jettu og Hans Dánial, at burðarmamman var vorðin við barn.

Beint eftir, at burðarmamman hevði átt tviburðarnar tóku Jetta og Hans Dánial yvir og blivu foreldur á einum sjúkrahúsi í Kiev.

Hans Dánial var skrivaður sum pápi at børnunum, men eftir danskari lóg bar ikki til at skriva Jettu sum móður.

Í Sandavági hava Jetta og Hans Dánial nú fylgt við, hvussu búkurin á burðarmammuni á klinikkini í Kiev veksur.

Í juli 2016 liggur ein mynd í meylboksini. Myndin vísir burðarmammuna, læknan og leiðaran á klinikkini.

- Tey stóðu øll við tummil upp. Tá var hon blivin upp á vegin. Tey høvdu hoyrt hjartaljóð, og vit byrjaðu at gjalda. Tá kom alt eitt sindur nærri, men tankarnir hjá mær vóru alla tíðin: Passar tað, sigur Jetta.

Parið í Sandavági hevði onga trygd sum so fyri at alt var, sum tey søgdu í Kiev, men trúðu teimum á klinikkini.

Nakað seinni skrivaðu tey aftur:

”Vit hava stórtíðindi. Tað eru tvey børn á veg!”

- Jetta ringdi til mín og segði mær, at vit skuldu vera foreldur at tvíburðum, sigur Hans Dánial.

Tá vistu tey ikki, hvat slag tað var.

##med2##

- So høvdu vit tað at ganga upp í í eina tíð, minnist Jetta. Tað var øgiligt bara at bíða, tankarnir vóru alla tíðina í Kiev, sigur Jetta.

Burðarmamman noyddist ta síðstu tíðina at búgva nær við klinikkina, tí tey vildu fylgja væl við, nú hon bar tvíburðar.

- So vit guldu fyri eina íbúð til hennara mitt inni í Kiev, sigur Hans Dánial.

Hesa tíðina fingu tey javnan myndir úr Kiev, og Jetta og burðarmamman høvdu eisini samband sínámillum á Facebook.

- Halt kjaft, sum tað var spennandi, minnist Hans Dánial afturá. Men eitt sindur av ótta samstundis.

Tvíburðarnir skuldu føðast á einum sjúkrahúsi í Kiev 10. februar 2017, og Jetta og Hans Dánial fóru fyri triðju ferð til Ukraina 3. februar.

Seymaði dýnur í Kiev
Fryntligi hýruvognsførarin Vladimir, sum tey høvdu brúkt á hinum túrunum í Kiev, var aftur á flogvøllinum eftir teimum, og tey hittu burðarmammuna og dagarnir skuldu nú brúkast at fyrireika seg til at gerast foreldur at tvíburðum.

Vladimir hevði funnið teimum eina íbúð nær við sjúkrahúsið og klinikkina.

Jetta hevði keypt eina dýnu kvøldið fyri, tey skuldu á sjúkrashúsið. Hon hevði klipt dýnuna í tvey og seymað til tvær smáar dýnur.

- Halt kipp tann løtan var løgin. Í morgin skulu hesar brúkast til okkara børn, hugsaði Jetta.

Um morgunin 10. februar koma tey á sjúkrahúsið.

Jetta og Hans Dánial skuldu vera við til føðingina, sjálvt um børnini skuldi takast við keisaraskurði.

- Vit lótu okkum í maskur og kitlar og skuldu fara inn. Tá letur í Jettu, at har var ein øgiligur barnagrátur, tey mugu vera byrjað nakað tíðliga, minnist Hans Dánial.

##med3##

Tá Hans Dánial kemur inn á føðistovuna sær hann ein nýføðing liggja á einum borði við eini slangu í munninum.

- Har var øgiligur grátur og so peikaðu tey....

- .... Is this mine (Er hatta mítt), næstan rópar Hans Dánial, minnist Jetta flennandi afturá.

Børnini vóru júst fødd og nalvastreingirnir vóru ikki liðugt kliptir, so tey sluppu at klippa hvør sín nalvastrong - á eini nýføddar gentu og einum nýføddum dreingi.

Burðarmamman var í fullari doyving og var flutt á eina aðra hædd.

- Vit fingu børnini beinanvegin, sigur Jetta.

Eingi ullint undirklæði
Tey høvdu eitt kuffert við sær við barnaklæðum. Familja og vinir í Sandavági høvdu sitið við stokkum, so tey høvdu barnaklæði við sær.

Har vóru 21 kuldastig tann dagin tvíburðarnir vóru føddir, og tað var eisini kalt inni, tí sjúkrahúsið var ikki á sama professionella støði, sum klinikkin.

Men læknin vildi ikki hoyra talan um at lata tey í ullint undirklæði, sum ein vinkona hjá Jettu hevði bundið.

- No!, dugdi hann at siga, so ullintu undirklæðini vóru liggjandi í kuffertinum meðan vit vóru á sjúkrahúsinum, sigur Jetta.

Jetta og Hans Dánial vóru innløgd í fýra dagar saman við nýføðingunum.

Burðarmamman, sum hevði verið í fullari narkosu, vildi ikki síggja børnini, sum hon hevði átt.

- Eg hugsaði eitt sindur um hana. Haldi heldur ikki eg sjálv hevði viljað sæð børnini. Kundi ikki lata verða við at hugsa, at tað má hava verið eitt øgiligt tómrúm. Hon hevur kanska sitið og hildið um búkin, og nú vóru tey bara burtur. Vænti tað má hava verið sálarliga hart fyri hana, sigur Jetta.

- Maturin var so sum so. Vit fingu nakrar máltíðir, men vit høvdu keypt mjólk til børnini, sigur Hans Dánial. Og vit høvdu fløskur og pattur við úr Føroyum.

Fimta dagin kom Vladimir eftir teimum á sjúkrahúsinum, og tey fóru aftur í íbúðina.

Fyri tey var hetta sjálvandi bæði ein eydnusom løta og eini løgin støða, tí nú vóru tey blivin foreldur og hvat nú.

- Einasta eg hugsaði var, at nú vil eg bara heim, sigur Hans Dánial.

Tey høvdu keypt ein barnavogn, men tað var ikki veður at fara út at trilla, so tey trillaðu bara inni á stovugólvinum í íbúðini.

##med4##

Dreymurin hjá nýggju familjuni var bara at sleppa heim til foreldur og familju, men tað skuldi vísa seg als ikki at ganga so smidliga.

Nú stóðu næstu avbjóðingarnar fyri framman.

Tað fyrsta var, at nýggja familjan skuldi fara á donsku sendistovuna at tryggja faðirskapin hjá Hans Dánial til tvíburðarnar og danskt pass til børnini.

Á sendistovuni tóku tey dna-royndir av pápanum og av børnunum, og dna-royndirnar vóru eisini sendar til Danmarkar, tí so kundu børnini fáa danskt pass.

Aftur einaferð skuldu tey bíða.

Hittu burðarmammuna aftur
Sjálvt um tey høvdu undirskrivað avtalu við burðarmammuna, so noyddust tey aftur á klinikkina at endaliga avgreiða øll pappírini.

Har hittu tey eina stutta løtu burðarmammuna aftur, men børnini vóru ikki við. Av tí at burðarmamman hevði átt við keisaraskurði, var hon komin í ta støðu, at hon ikki aftur kundi vera burðarmamma. Hetta hevði eisini við sær, at tey máttu tingast eitt sindur eyka um endaligu avtaluna.

Í einar tríggjar vikur bíðaðu tey eftir svari úr Danmark.

Tá svarið upp á dna-royndirnar kom aftur úr Danmark samsvaraði alt, so Hans Dánial varð skrivaður sum pápi at børnunum eftir danskari lóg.

Men har kom ein annar løgfrøðiligur knútur í, sum ikki er loystur enn.

Eftir danskari lóg kann ein pápi, sum býr í Danmark, og gerst pápi á hendan hátt við eini burðarmammu, biðja um danskan ríkisborgararætt til síni børn.

Men knúturin sum kom á var, at hendan lógin var ikki galdandi í Føroyum – bara í Danmark. Lógin er ikki sett í gildi í Føroyum.

Jetta og Hans Dánial búðu í Føroyum og løgfrøðingarnir søgdu seg einki kunna gera.

Boðini frá donsku sendistovuni vóru, at børnini fingu ikki danskt pass og kundu ikki sleppa við Jettu og Hans Dánial úr Ukraina, tí tey høvdu einki pass.

Nýføðingar sum flóttarfólk
Ráðgevingin frá donsku sendistovuni var, at Hans Dánial skuldi søkja donsku integrasjónsráðharrastovuna um, at nýføðingarnir kundu sleppa til Danmark sum flóttarfólk.

- Vit skuldu søkja um, at vit bæði kundu koma til Danmark við tveimum flóttarfólkum, sum vóru nakrar fáar vikur gomul, sigur Jetta.

Nú høvdu tey skjótt verið í Ukraina í tríggjar mánaðir, og uppihaldsloyvið var um at ganga út.

Men eftir trýstið frá føroyskum sakførara ringdi danska integrasjónsráðharrastovan brádliga til tey í Kiev, at børnini kundu fáa flóttarfólkavisum, og tey kundu øll sleppa heim.

29. apríl fleyg familjan heim úr Kiev og beinleiðis til Føroya.

Í fyrsta lagi var juridiski knúturin loystur við at nýføðingarnr báðir fingu arbeiðsloyvi í Føroyum, so nýggja familjan kundi seta búgv í Sandavági.

Men danskir ríkisborgarar gjørdust tvíburðarnir ikki.

Tann umsóknin liggur hjá donsku myndugleikunum.

Enn í dag – trý ár eftir, at tey komu til Føroya.

Hetta er fjórða greinin um søguna hjá Jettu Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen, tá tey fingu eina burðarmammu í Ukraina at bera teirra børn.

Les hinar greinarnar her:

Kvinna úr Ukraina bar okkara børn

Gift og til Ukraina fyri aðru ferð

Pening til góðan mat

skrivað fyri VP hevur Øsssur Winthereig, Press

Í juli 2016 lá ein mynd í mailboksini hjá Jettu og Hans Dánial, at burðarmamman var vorðin við barn.

Beint eftir, at burðarmamman hevði átt tviburðarnar tóku Jetta og Hans Dánial yvir og blivu foreldur á einum sjúkrahúsi í Kiev.

Hans Dánial var skrivaður sum pápi at børnunum, men eftir danskari lóg bar ikki til at skriva Jettu sum móður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo