Havstovan: Komandi vikuskifti, 24.-25. november, verður ein grágásateljing gjørd í Bretlandi og Íslandi. Henda teljing verður eisini gjørd í Føroyum.
Endamálið er at fáa greiðu á samlaða grágásastovninum, og tí er neyðugt at talt verður samstundis í ymsu londunum.
Um so er, at onkur veit um øki, har grágás heldur til, og hevur hug at taka lut í hesi teljing, er viðkomandi hjartaliga vælkomin at skriva ella ringja til: johannisdanielsen(at)gmail.com ella 254673.
Sí vegleiðing her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo