Televarpið: 1. januar 2024 koma hald- og prísbroytingar í gildi hjá Televarpinum.
Broytingarnar stava í høvuðsheitum frá øktum rættindakostnaði, serliga ítrótti, vanligum prísbroytingum á marknaðinum og broytingum í pakkunum. Allir prísir eru við GS-gjaldi upp á 9,75 kr/mðn. og kortleigu ella IPTV-boksgjaldi upp á 38 kr/mðn.
Stóripakki+ hækkar við 58 kr. – frá 841 til 899 kr/mðn.
Orsøkin er fyrst og fremst, at ítróttur er dýrkaður sera nógv seinastu tíðina.
Haldið missir Viasat Film-rásirnar, men fær rásirnar TV2 News, TV2 Fri, TV2 Echo, TLC, Canal 9, vSport Ultra, Investigation Discovery, Cartoonito, Nat Geo Wild, Disney Junior og harumframt stroymingstænasturnar TV2 Play Favorit + Sport og Nordisk Film+.
Viaplay Total er framvegis í haldinum.
Tað ber at lesa um broytingarnar á www.tv.fo/hald-og-pris-broytingar og um haldini á www.tv.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo